Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit lata allar møguleikar standa opnar

John William Joensen

sigur borgarstjórin Gunvá við Keldu, sum annars vísir á at Býráðshúsið ikki stendur á nøkrum sølulista.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, váttar at talan er í løtuni um óformelt prát millum fíggjarmálaráðið og Klaksvíkar Kommunu.

– Vit hava sagt, at vit eru positiv yvir fyri møguleikanum at selja býráðshúsið til umstingingina hjá TAKS, men enn er bara um talan leyst prát.

– Tað er ikki ein nýggjur tanki í býráðnum at selja býráðshúsið og byggja nýtt í miðbýnum.  Men eg havi ikki hug at fara út at viðgerða málið alment í fjølmiðlnum, so leingi sum talan ikki er um eitt konkret mál.

– Vit hava bara sagt at allir møguleikar standa opnir, men tað snýr seg eisini um at fáa rætta prísin fyri húsið.

Tað hevur annars ljóða at ein møguleiki var at Klaksvíkar Kommuna keypti bygningin hjá Norðoya Sparikassa, sum hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsdeild. Men borgarstjórin hevur als onga viðmerking til hetta.

– Eg kann bara siga at tað hava verið fleiri hugskot – men í løtuni er einki konkret, viðvíkjandi býráðshúsinum.