Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit lata ikki tráuna og snøri vera stóra syndaran

John William Joensen

Jørgen Niclasen, framsøgumaður í Fiskivinnumálum tekur ikki undir við, at forða føroyingum tann sjálvsagda rætt at fara út í fjørðin at fáa sær eitt kók.

Tað er munur á vinnuligum fiskiskapi og fiskiskapi til húsbrúk, munur tá ið firðir vera niðurringdir av línu til vinnuligt endamál og so tá ið føroyingur fer út í fjørðin við snøri ella tráu.

Fiskiveiðan er ogn Føroya fólks og tí er tað ikki rímiligt at frátaka hendan sjálvsagda rættin frá størsta partinum av føroyingum.

Fiskiskapur til húsbrúks er ein brøkpartur av samlaðu veiðuni meðan avmarkingar ið skulu gerðast eiga at vera gjørdar fyri vinnuliga fiskiskapin her eiga vit ikki at gloyma at tað eru nógvir frítíðarfiskarar ið dríva vinnuligan fiskiskap sum hjávinnu. “Vit lata ikki tráuna og snøri vera stóra syndaran” sigur Jørgen Niclasen, framsøgumaður í Fiskivinnumálum hjá Fólkaflokkinum