Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit liva als ikki av olmussu

John William Joensen

sigur Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrhúsið, sum er sjokeraður av at ein glaður dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í Sosialinum bleiv vendur 180 gradir.

– Eg má siga, at tá eg sá forsíðuna á Sosialinum týsdagin, bleiv eg rættiliga skakkur og hereftir farið eg at krevja av blaðfólkum, at eg sleppið at lesa tey tað, sum tey skrivað – áðrenn tey sleppa at tosað við meg.

– Lat meg siga tað greitt, at tað er skeivt tá sagt verður, at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki hevur ráð til sjónvarp, men hinvegin er tað ofta soleiðis at slíkt verður ikki raðfest sera høgt, tá vit seta pening av til tey ymisku økini.

– Tí er tað gleðiligt at sjúklingar og onnur síggja tørvin og lata pening til ávís økir, sum stimbra trivnaðin á Sjúkrhúsinum, og eisini útvega sjúkrahúsinum ymisk tól til serligar viðgerðir.

– Sjúkrúhúsið og røktarheimið brúka nakrar 70 milliónir krónir um árið og í tí høpinum er 150.000 ikki nógvir pengar – men sjálvandi er tað eisini kærkomið og vit fegnast stórliga um gávuna. Men at venda hetta til at Klaksvíkar Sjúkrhús livir av olmussum er heilt burtur við.

Arthur Gudjonson átti hugskotið
Á samkomu á Sjúkrahúsinum í samband við at gávan var handað varð sagt, at tað var formaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum fekk hugskotið at geva sjúklingunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið møguleika til at síggja sjónvarp á sjúkrastovunum.

Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa segði m.a. at tá Arthur Gudjonson luftaði hugskotið fyri Norðoya Sparikassa hildu teir, at talan var um eitt gott hugskot og tí vildi sparikassin sjálvandi vera við til at stuðla.

Á rundferð fingu vit sjón fyri søgn at stóru flat-skermarnir á stovunum taka seg sera væl út – og Jona Nielsen, fyristøðukvinna á sjúkrahúsinum, sigur at gávan kemur væl við og at sjúklingarnir eru glaðir fyri at hava møguleikan at síggja sjónvarp á stovunum.