Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit meta um: B68

Jákup Ósá

Hvørji eru útlitini hjá B68 fyri restini av kappingini í ár.

Støðan hjá B68 í løtuni er lítið hugalig. Liðið hevur ongan dyst vunnið í ár og liggur aftast við 7 stigum. Tað hevur eisini sást aftur gjøgnum kappingina, at úrslitini hava verið minni góð. Eftir nøkur umfør gjørdist greitt, at liðskiparin André Olsen ikki helt fram og skifti til NSÍ og seinni fóru eisini aðrir leikarar úr felagnum. Í summarsteðginum hevur B68 skift høvuðsvenjara og sostatt er Páll H. Guðlaugsson ikki venjari longur á Svangaskarði. Klaksvíkingurin Oddur Olsen hevur tikið yvir.

Dystir eftir:

NSÍ, útivølli (ú)

KÍ (h)

Víkingur, ú

B36, h

AB, ú

TB, ú

ÍF, h

Skála, ú

HB, h

KÍ, ú

NSÍ, h

Heimadystir: 5

Útidystir: 6

Leikaraflytingar í summar flytingarvindeyganum:

Inn: Oddur Á. Højgaard og Damir Ibric Yuksel

Út: André Olsen, Fríði Sigurðsson, Ivan Joensen og Hákun Edmundsson

Toppskjúttar:

1. Michal Przybylski 3 mál

2. Hákun Edmundsson 3 mál

3. Otto Petersen 2 mál

4. Óli Olsen 2 mál

Flest upplegg:

1. Michal Przybylski 4 upplegg

2. Kristian Anton Andreasen 3 upplegg

3. Óli Olsen 3 upplegg

Skorað uppá deyðbóltsstøður: 9

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður: 11

Lykilin til gott úrslit eftir summarsteðgin:

Tað sær ikki gott út hjá B68 á stigatalvuni og við at hyggja eftir skránni, so er tað kanska enn minni hugaligt. Tí lagnan hjá B68 verður avgjørd á útivølli í ár og vanliga er tað ikki ein fyrimunur at spæla lykladystir á útivølli. B68 møtir bara topp 6 liðum á heimavølli, meðan innanhýsis dystirnir móti hinum botnliðunum vera leiktir á útivølli. Og tað er hesar dystir, sum B68 skal vinna eftir summarsteðgin. Har afturat má vera ivasamt, nær nýggi álopsleikarin Damir Ibric Yuksel fær øll síni loyvir uppá pláss. Samanbera vit við í fjør, so gekk long tíð til slíkir útlendingar fingu síni loyvir uppá pláss. Hesin álopsleikarin hevur áhugavert CV, men tað kann blíva ov seint, at B68 fær gleði av honum. Fyrstu fýra dystirnir eftir summarsteðgin eru móti topp 4 liðunum og har hevur B68 ikki ráð at tapa allar, um vónin um at yvirliva skal varðveitast. Skal B68 yvirliva, so skulu nøkur stig til móti topp 4 liðunum beinanvegin fyri síðani at vinna innanhýsis dystirnar á útivølli móti flestu av hinum botnliðunum. Ein á pappírinum sera trupul uppgáva.