– Vit vóru ikki favorittar í ár, men vóru satt at siga óhepnir ikki at vinna FM-heitið, sigur Tummas Martin Sólsker, og nakað er um tað, tí tá bert 3 umfør restaðu av liðkappingini í 1. deild, lá Klaksvíkar Talvfelag á odda.
– Vit vóru ikki favorittar í ár, men vóru satt at siga óhepnir ikki at vinna FM-heitið, sigur Tummas Martin Sólsker, og nakað er um tað, tí tá bert 3 umfør restaðu av liðkappingini í 1. deild, lá Klaksvíkar Talvfelag á odda.
Liðkappingin í talvi 2012/13 er júst lokin, og gjørdist hetta eitt bæði gott og minni gott kappingarár, heldur ein av trúføstu telvarunum í felagnum, Tummas Martin Sólsker, sum eisini er ein av venjarunum.
– Eitt sindur løgin kensla, haldi eg. Vit mistu FM í endaspurtinum, men hinvegin vístu vit at vit klára at hava tvey lid í bestu deildini og bjóda av í toppinum.
– Vit vóru ikki favorittar í ár, men vóru satt at siga óhepnir ikki at vinna FM-heitid. Hugsi serliga um 4-0 tapid í tridsídsta umfari, sigur Tummas Martin, sum her sipar til útidystin ímóti Sandavágs Talvfelag, sum seinni vann FM-heitið.
– Har stóðu vit enntá til at vinna dystin, men endaðu kortini við at tapa 0-4. Slíkt er nærum óhoyrt úrslit í einum toppdysti.
| Telvarar á 1 liði, KTF | |||
| Liðkappingin 2012/13 | |||
| Stig | Talv | %Úrtøka | |
| Simonsen Ólavur | 6,00 | 10 | 60% |
| Petersen Terji | 5,50 | 9 | 61% |
| Vang Finnbjørn | 5,00 | 7 | 71% |
| Olsen Wille | 2,00 | 4 | 50% |
| Nolsøe Eyðun | 2,00 | 4 | 50% |
| Baldursson Rani | 2,50 | 3 | 83% |
| Rasmussen Steintór | 0,50 | 2 | 25% |
| Nolsøe Rani | 1,00 | 1 | 100% |
| Íalt/miðal, 1. lið: | 24,50 | 40 | 61% |
Sum tað framgongur av yvirlitinum omanfyri, var tað ein góð blanding av royndum telvarum, sum mannaði 1. lið hjá Klaksvíkar Talvfelag í júst loknu liðkappingini. Og sum tað eisini framgongur, var úrtøkan rættiliga góð hjá hvørjum einstøkum av teim um.
Ólavur Simonsen luttók í øllum 10 umførunum, og Terji Petersen var við í 9 umførum, so hann forsømdi bert tann eina dystin.
Klaksvíkar Talvfelag
eigur nógvar stuðlar
Tað mest gleðiliga í farna kappingarári er uttan iva, at Klaksvíkar Talvfelag enn einaferð megnaði at verja sína støðu við tveimum liðum í 1. deild.
At hetta letur seg gera, kenst uttan iva av, at felagið eigur so nógvar telvarar at heita á, tá ið á stendur. Hetta framgongur eisini av tí rættiliga langa listanum av telvarum, sum í vetur hava tikið eitt ella fleiri tørn fyri næst besta liðið.
| Telvarar á 2. liði, KTF |
| Liðkappingin 2012/13 |
| Sólsker Tummas M | 10 |
| Baldursson Rani | 6 |
| Poulsen Petur Hans | 4 |
| Nolsøe Rani | 4 |
| Christiansen Esbern | 3 |
| Vilhelmsen Jógvan | 3 |
| Heldarskarð Vagn | 2 |
| Hansen Rani | 1 |
| Petersen Terji | 1 |
| Vang Finnbjørn | 1 |
| Skorastein Símun | 1 |
| Gaard Ingolf | 1 |
| Christiansen Hans J | 1 |
| Rasmussen Steintór | 1 |
| Johansen Haldur S | 1 |




