sigur Jan Müller blaðstjóri á Sosialinum, sum í mong ár hevur fylgt við føroyska olju ævintýrinum.
– Tað er einki nýtt komið fram, sum kundi bent á at tað sum vit skrivaðu í Sosialinum fyri 10 døgum síðan ikki er rætt.
– Eg skal ikki gera viðmerkingar til tað sum útlendsku fjølmiðlarnir hava skrivað um oljuleitingina á føroysku grunnunum, men tað er ein sannroynd, at tað sum útlendskir fjølmiðar áður hava sagt og skrivað um føroysk viðurskifti sjáldan hevur verið sannførandi.
Vit hava bert sett spakan í
Blaðstjórin á Sosialinum sigur, at føroyingar eiga at brynja seg við toli.
– Hetta er jú bert fimta ferðin, at borur verður settur í føroysku undirgrundina og taka vit londini rundan um okkum, so er lítið sannlíkt at olja verður funnin beinanvegin.
– Í Norra boraðu teir yvir 30 brunnar áðrenn teir raktu við olju og á leiðini vestan fyri Hetland vóru einir 70 til 100 brunnar boraðir, áðrenn olja varð funnin. Har hava teir seinastu 30 árini borað 150 brunnar og eru bert tríggjar oljukeldur, sum eru í framleiðslu.
– Hetta vísir bara, hvussu trupult tað er at finna olju her á leiðini so enn kunnu vit siga, at Føroyar á hesum økinum framvegis eru jomfrúðiligar.
– Tá man einans hevur borað fimm ferðir, er tað ikki meira enn, at spakin er ísettur, og tí mugu vit brynja okkum við toli eina tíð afturat.
Fokusera á tað positiva
Blaðstjórin á Sosialinum sigur, at í løtuni eru vit í eini tilgongd og mugu tí fokusera uppá tað positiva.
– Vit kunnu fegnast um, at tað vísir seg at vera lættari at bora ígjøgnum basaltið enn serfrøðingar hava hildið, og tað er at fegnast um, tá alt tað føroyska økið er dekkað av basalti.
– Eisini fer hendan boringin at gera tað lættari at halda fram við leitingini.
Bíðar í spenningi
Jan Müller undirstrikar, at hann veit ikki hvat stendur í tíðindaskrivinum frá oljufyrisitingini, sum er væntandi hvørja løtu, og vónandi hava jarðfrøðingar sæð positiv tekin, um teir ikki beinleiðis hava rakt við olju.
– Eg havi, sum sagt onga ábending fingið, um tað sum vit skrivaðu ikki eisini er endaliga niðurstøðan, men nú mugu vit so síggja um keldurnar hjá okkum høvdu rætt.
– Í øllum førum bíða vit øll í spenningini eftir at frætta hvat tað er, sum statoilsamtakið hevur funnið.




