Bæði loysing og samband hava spælt fallitt. Nú mugu vit finna saman um eina mennandi kós, segði Sjúrður Skaale í flaggdagsrøðu síni á Oyrarbakka
Gott sundalagsfólk, góðu gestir!
Flaggið hjá okkum – Merkið – tað er bara tað. Eitt merkið. Tað ímyndar landið og tjóðina, og tað, hon stendur fyri. Men tað, sum tjóðin stendur fyri, broytist frá staðið til stað og frá ættarliði til ættarlið. Týdningurin av Merkinum er ikki bara ein, og hann er ikki statiskur. Merkið hevur fleiri týdningar, og teir broytast alla tíðina.
Men Merkið ber boð um, at hóast alt broytist, so hoyrir tað saman kortini. Merkið er brúgvin, sum knýtir saman landsins ymisku øki, ymisku ættarlið, ymisku fólk – og tann ymiska gerning, tey ymisku virði og tær ymisku hugsanir, sum fólkini hava.
Styrkin hjá eini tjóð liggur ikki í at fólkini eru eins og hugsa eins og gera tað sama.
Styrkin liggur tvørturímóti í at fólk eru ymisk og hugsa ymist – men kortini kenna seg sum eina eind. Tað snýr seg um hvussu væl tjóðin dugir bæði at vera fjølbroytt og at hoyra saman.
Tað avgerandi er, hvussu væl vit duga at byggja brýr.
Brúgvar í Sundalagnum
Her er eitt gott høvi at hugleiða um tað, tí búmerkið hjá Sunda Kommunu er júst ein brúgv.
Og her í økinum eru bygdar mangar brýr síðani forskallingin varð tikin av brúnni um streymin í 1973. Hetta økið kring brúnna er á mangan hátt fyrimyndarligt tá tað snýr seg um at byggja brýr sum eisini eru úr øðrum enn betongi.
Meðan togast og skeldast verður um kommunusamanlegging aðrastaðni, so var skjótt, at brúgvar vóru bygdar millum Hósvík, Streymnes, Hvalvík, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakka, Norðskála og Gjógv – og Sunda Kommuna varð skipað.
Men tá ein brúgv hevur ført teg yvirum eina gjógv, er málið ikki nátt. Endamálið við at byggja eina brúgv er ikki brúgvin sjálv – endamálið er at kunna fara undir tað næstu brúnna. Annars heldur menningin uppat.
Og tær brýr sum síðani kommusamanleggingina eru bygdar millum Sunda og Eiðis kommunur t.d. í sambandi við samstarvi um Felagsskúlan á Oyrarbakka er prógv um, at tann nýggja kommunan hevur skilt hetta. Hetta samstarv verður nú nýtt sum fyrimynd fyri, hvussu skúlaskipanin í øllum landinum kann skipast í framtíðini.
Ítrótturin
Hyggja vit at ítróttinum síggja vit somu lívgandi mynd – við somu góðu úrslitum. Og hjá EB Streymi er ikki nóg mikið at hava vunnið steypakapping og meistaraheitið í suverenum stíli í fjør.
Nei, sambært formanninum skal sigurin í fjør nýtast til at byggja brýr út í heimin.
Tað erkleraða málið hjá Rólant og kompaní fyri í ár, er at vinna landskapping, steypakapping, tann fyrsta europacup dystin – og tann næsta europacup dystin.
Fæst tann brúgvin at halda, kunnu leikararnir úr Sundalagnum ganga eftir henni og inn í bólkaspælið í Champions League!
Eydnast tað ikki, ja, so hava teir roynt! Og tað er betur at seta sær stór mál, sum tú kanska ikki klárar at náa, enn at seta tær smá mál, sum tú við vissu røkkur.
Vinnulív
Eisini innan vinnulív gevur hetta økið okkara flaggi, Merkinum, tann góða týdningin – brúgvabygging.
Vit kunnu t.d. nevna Thor í Hósvík, har Hans Andrias og Gunnbjørn og Per við støði í lokalum ágrýtni og arbeiðssemi bæði hava bygt brýr millum ymiskar vinnugreinar og ikki minst bygt brýr til tann globala búskapin.
Ella hygg at Salmon Proteins á Eiði har brúgvar verða bygdar millum tað fiskivinnuna vit øll kenna, og eina fiskivinnu, sum er grundarlag undir heilt nýggjari, hátøkniligari framleiðslu. Eisini har verða brúgvar bygdar millum føroyskt vinnulív og útlendskar samstarvsfelagar.
Hygja vit at fólkunum kann eg ikki lata vera við at nevna Emil, prest, sum við sínum serstøku gudstænastum mangan tykist byggja brýr millum okkara siðvenju, og ta katólsku.
Og hvat við mínum góða vini Edmundi Joensen, sum slóðaði fyri at byggja brúgvar millum tey sjey valdømini, og gera tey til eitt? Tað er kanska sigandi, at frítíðarítrivið hjá Edmundi er at spæla … Bridge.
At vit flyta okkum. At vit ongantíð standa still, men alla tíðina fara frá einum til annað. At vit, tá vit eru komin um eina brúgv, beinanvegin fara undir at byggja ta næstu – tað er fortreytin fyri at fáa tað fjølbroytni, sum skapar framburð.
Men samstundis má Merkið sjóa okkum saman og minna okkum á, at vit eru ein tjóð og ein eind, sum bara verður sterkari av at fáa nógv litbrigdi.
Her í økinum eru fleiri góð dømi um, at fólk og virki og feløg flyta seg, byggja brýr til onnur, og standa sterkari aftaná.
Sundurlyndið
Men taka vit Føroyar sum heild, so hevur, á summum økjum, knípt við tí.
Vinnuliga vóru vit til fyri fáum árum síðani ómetaliga fastlæst og bangin fyri at royna nýggjar leiðir.
Hóast fleiri úrmælingar vóru sum royndu at slóða fyri nýggjum, so bleiv høvuðsvinnan stoypt føst í gomlum skipanum. Í staðin fyri at gera íløgur í nýggjar vinnur, sprændu vit ørandi upphæddir sum studning inn í vinnuna – fyri at varðveita hana, sum hon var. Vit tordu ikki at velta upp úr nýggjum – vit tordu ikki at byggja brýr.
Tað mátti enda galið – men ikki fyrr enn kollapsið í 92 tvingaði okkum til tað, tordu vit at taka hesar køvandi studningsskipanirnar burtur. Og tað gingu bara nøkur ár, so blomstraði vinnan upp á nýggjum, sunnum grundarlag. Vit fóru um brúnna frá studningsvinnu til sjálvberandi vinnu.
Politiskt verða eisini fáar brýr bygdar í Føroyum.
Øðrumegin hava vit havt loysingarvongin, sum alt ov leingi hevur læst seg fastan í eina kós, sum undirtøka ikki er fingin fyri, og sum eisini hevur hildið lív í stundum patetiskum tosi um órætt í sambandi við eina fólkaatkvøðu, sum var hildin fyri 62 árum síðani.
Hinumegin hava vit havt sambandsvongin, sum alt ov leingi hevur livað í eini falskari trúgv á, at so leingi vit bara sleppa at verma okkum undir Danmarkar veingjabreiði, so er eingin vandi. Men hvørki kongur ella blokkur verða nakrantíð grundsúlurnar undir okkara tjóð og okkara samfelag.
Okkara Merki boðar frá nógvum vøkrum og nógvum, sum vit kunnu vera stolt av.
Men tá um politikk ræður boðar Merkið frá endaleysum klandri og stríði, og mangan syndarligum úrslitum. Viðhvørt tykist sum um, at tað at halda lív í ósemjunum hevur verið sjálvt endamálið við politikkinum.
At fylgjast við fíggindanum um brúnna
Eitt russiskt orðatak sigur, at ofta er skilagott at fylgjast yvir um brúnna saman við fíggindanum, fyri síðani at skiljast hinumegin. Hvør skal siga, at tað er best at semjast um tað, mann er samdur um, og goyma ósemjurnar til seinni. Á tann hátt vinna báðir partar.
Hetta er tann vísdómur, sum føroyskum politikki vantar.
Vit mugu gera eina bindandi semju um tað, vit eru samd um. Vit mugu byggja eina sterka brúgv millum sambands- og sjálvstýrisfólk. Annars koma vit aldrin av fetanum.
Og vit mugu flyta okkum. Úrslitið av okkara politiska skotgravastríði er, at vit nú eru einasta land í Europa, sum stendur uttanfyri teir stóru europeisku felagsskapirnar av londum. Vit hava ikki kunnað samst um nakað, og tí hava vit nærum ongar brýr bygt uttan ta stóru til Danmarkar.
Men vit mennnast ikki av at vera verandi eitt danskt heimastýri í allar ævir. Og tað er vitleyst at loysa bara fyri at skipa ein avbyrgdan mikrostat í norðuratlantshavi.
Vit mugu byggja brýr til hvønn annan, og síðani mugu vit byggja brýr til onnur. Vit mugu gera okkum greitt, at tíðin er farin frá at Merkið skal umboða eitt land og eina tjóð, sum liggur isolerað fyri seg sjálva.
Og eg havi eina vón um, at tað fer at eydnast at gera eina semju áðrenn so øgiliga langt er liðið.
Tað eru støðugt fleiri sum ásanna, at tað bara er við at gera semjur, at vit kunnu vinna sigrar. At vit, í staðin fyri at standa og gløða niður í gjónna, mugu byggja ein brúgv tvørturum hana. Og at vit síðani mugu byggja brýr til onnur lond.
Vit skulu taka og geva í samstarvi við onnur.
Tann menning, sum hevur verið her í økinum farnu árini, er eitt prógv um, at tað er leiðin at fara.
Og tað var aldrin ætlanin, at okkara Merki bara skuldi veitra fyri seg sjálvt her á klettunum.
Longu eitt ár eftir at fyrsta Merkið var teknað – í 1920 – yrkti Hans Andrias Djurhuus flaggsangin, har hann so visionert segði: Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt.
Ikki bara fyri seg sjálvt heima hjá okkum sjálvum, men saman við øðrum, úti í heiminum.
Takk fyri




