Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu fara fram við varsemi og skilvísi

Jógvan I. Olsen, fyrrverandi løgtingsformaður og landsstýrismaður

Nú um dagarnar hevði SEV eina orkuráðstevnu og har var óivað mangt áhugavert at hoyra.

Nakað herfyri hevði Útvarp Føroya eina sendirøð har Jóhan Mortensen tosaði við ávís fólk um “Grøna orku í Føroyum.”

Har ímillum hevði hann eina samrøðu við Vestmenningin Finnboga Joensen, tað er altíð áhugavert og eggjandi at hoyra Finnboga, hann hevur sum oftast fleiri jørn í eldinum í senn.

Hesaferð hevði hann eina ætlan um at fáa upp at standa, eitt landsrøkkandi biogasverk sum í høvuðsheitum skuldi taka mykju frá bøndrunum og slógvavfall frá fiskaframleiðsluni, og í samstarvið við SEV gera eitt biogassverk til at framleiða El og taðingarevni.

Henda teggjan av møguleikum sum kundi loysa ávísar trupulleikar, og skapa menning, var nýggj og forvitnislig í mínum oyrum. Og tað er hugaligt og neyðugt, at vit eiga fólk við slíkari mennandi tankagongd.

Eitt orðatak sigur at “Mangt broytist á mansins ævi.” mær rann í hug, at tá vit einaferð vóru á ferð til Grønlands við sluppini “Elsu” og sótu og rippaðu húkar í lugarinum, tá komu ikki óknýttir húkar umborð, so manningin fekk til setning at ripa eitt ávíst túsundtal av húkum í part, og gera línuna til, áðrenn komið var til fiskiskap í Grønlandi.

Lugarið á gomlu sluppunum var eisini ein lívligur tingstaður, har mong ymisk evni vóru til viðgerðar, hetta hevur verið umleið mai mánað 1951. tí menn høvdu skorið torvið áðrenn fari var avstað.

Og henda dagin var torvspurningurin til viðgerðar, teir tilkomnu familjumenninir sóu ikki so ljóst uppá torvspurningin, tí at torvheiðarnir vóru í stóran mun uppskornir, og teir sóu fyri sær, at um ikki so langa tíð, var einki torv eftir, og hvat so?

Tá minnist eg at Sámal Weihe, sáli, úr Norðskála segði nakað soleiðis: “At tað stúrdi hann ikki fyri, tí at tann Gud, sum hevði skapt hendan heim, og sett okkum mannabørn at liva her, hann fór eisini at syrgja fyri, at vit fóru at lívbjarga okkum við onkrum øðrum, um torvið gekk undan”.

Og Sámal fekk rætt, í dag sker helst eingin torv, sjálvt um torvheiðarnir ikki eru uppskornir, men í staðin hava vit fingið el-megina, sum ikki bara avloysti torvið í komfýrinum, men eisini petroliumslampuna.

Og el-megin verður í dag nýtt til ein næstan endaleysan hóp av ymiskum endamálum. SEV er størsta kollveltandi menning í mínari tíð.

Í dag fáa vit el burturúr regninum, vindinum og oljuni, og sambært Finnboga, so er møguleiki harafturat at nøra um elmegina, við mykju og slógvi, so minkast kann um oljunýtsluna.

Og vit frætta uttan úr stóru verð, at nú hava teir eisini ment elmyllur á havsins botni, sum mala við havstreymi. Teir møguleikarnar eiga vit eisini.

Vit hava við hvørt lindi til at grenja um veðrið tá tað regnar, í staðin eiga vit at takka Várharra fyri regnið, sum hann letur okkum fáa í yvirflóð. Regnið er lívsneyðugt fyri okkum, vit kunnu ikki liva tað fyriuttan, og so væl er land okkara skapt, at tað ristir vætuna av sær, so vit ikki hava teir trupulleikar sum mong onnur lond hava av yvirsvimjing.

Mikla nýbroti innan okkara vinnulív er alivinnan, og hon er so sanniliga eisini treytað av regninum, alivinnan mennist í hvørjum, kanska eisini meira við, at alistøðir verða bygdar uppi á landi, og el-megin pumpar sjógvin upp í anleggini.

Og hvør veit, um ikki flótandi alieindir eisini kunnu blíva ein møguleiki.

Tí vit varða eisini av einum stórum havøki, sum hevur røttu hitaskipanina, Golfstreymin.

Hesi bæði fyribrigdini “Regnið” og “Golfstreymurin” eru endaleys endurnýtslu fyribrigdir, so leingi, sum klóta okkara heldur javnvágina, og er givin okkum frá skaparans hond at umsita.

Men vandi er í hvørjari vælferð.

Og tí megna vit varða okkum fyri yvirhuga, men fara fram í varsemi og skilvísi.

Jógvan I. Olsen