(Malta) Gilli R. Sørensen sigur, at landsliðsleikararnir nú mugu standa saman og geva føroyingum eitt gott úrslit móti Malta í kvøld.
Gilli byrjar á høgra bakki í kvøld. Hann sigur við Norðlýsið, at kvøldsins dystur hevur stóran týdning.
– Vit skulu hava eitt úrslit móti Malta. Nú mugu allir leikararnir standa saman. Tí vit mugu reisa okkum, tí avrikið móti Aserbadjan var eitt so stórt vónbrot. Tað eru nógvir føroyingar komnir til Malta at stuðla okkum, so vit mugu geva teimum okkurt aftur, sigur Gilli R. Sørensen, sum sjálvur ongar trupulleikar hevur við at spæla tveir dystir uppá fýra dagar.


