Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu síggja, tora og vilja!

Oliver Joensen

Vit mugu síggja at viðlíkahald er líka týdningarmikið sum íløgur. Vit mugu tora at leggja íløgurnar í ein langskygdan tíðarkarm. Og vit mugu vilja at góðu tíðirnar í løtuni, varða í so nógv ár sum gjørligt framyvir!

Vit mugu síggja

Borgarin flytur seg, býurin mennir seg og vit trívast. Tað hendir nógv og gott í Klaksvíkar kommunu. Eg síggi íløgur sum broytast og taka skap, eg síggi tilflyting, nógv góð tilboð og tænastur til borgaran. Men eg síggi eisini manglandi viðlíkahald. Eg síggi økir har ábøtur mangla. Vegir, gonguteigar og økir, sum liggja uttan fyri miðbýin, har eyga ikki røkkur hjá øllum, men einamest hjá borgarum á staðnum. Tá ið eg síggi slíkt má eg eisini handla. Eg vil arbeiða fyri at eitt komandi býráð, raðfestir viðlíkahald eins nógv og nýggjar íløgur.

Vit mugu tora

Nógv virksemi er í samfelagnum. Stórar íløgur eru settar í gongd. Arbeiðsloysið er met lágt, og vit síggja útlendska arbeiðsmegi í býnum. Vandi kann vera fyri, at vit missa tamarhald á búskapinum. Okkara dugnaligu handverkarar, feløg og vinnan – ið brúka sítt fantastiska hegni og vitan til at útbyggja samfelagið – skulu eisini hava umstøður og møguleika at fremja útbyggingar í framtíðini.

At “futta” alt av her og nú, er ov stuttskygd fyri býin og fólkið sum her býr! Vit stýra ikki heimsbúskapinum, men vit stýra okkara kommunu. Sjálvandi skulu vit strekkja tær góðu tíðirnar so langt fram sum gjørligt. Politikkur er at raðfesta og at tora. Eg tori at leggja íløgurnar í ein langskygdan tíðarkarm.

Vit mugu vilja

Tað er í góðum tíðum vit byrgja upp fyri ringum tíðum. Tað er nú ímeðan inntøkurnar eru met høgar, at vit eiga at vísa fíggjarligt varsemi. Vit mugu hava samsvar ímillum íløgur og viðlíkahald. Eg vil vera við til at stýra kommununi fíggjarligt forsvarligt. Eg vil at míni eftirkomarar eisini kunnu liva trygt og væl. Og eg vil tær góðu tíðirnar – eisini í fleiri ár framyvir!

Eg síggi viðlíkahald sum líka neyðugt sum íløgur, og eg tori at leggja íløgurnar í ein langskygdan tíðarkarm. Og eg vil gera alt mítt til, at Klaksvíkar kommuna verður so skynsamt rikin sum møguligt.

Gott kommunuval!

Signhild V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins