John Rajani, sum hevur drúgvar royndir í samband við vinnufígging og altjóða samstarvi, hevði á Faroexpo ráðstevnuni 2015 ein áhugaverdan fyrilestur um fyrimunir og vansar við útlendskum eigaraskapið.
Hann segði m.a., at tað er óheppið um løgtingið ætlar at ger lóggávu, sum ger tað trupult hjá vinnuni at samstarva við sterkar útlendskar fyritøkur – sum baði kunnu tilføra føroyskum vinnulívið vitan og kapital. Í dag er støðan tann at leikluturin hjá útlendingum í føroysku fiskivinnuni í stóran mun er avmarkað til at veita lán, sum ikki tilføra vinnuni annað enn pening.
Norðlýsið heldur at spurningurin um eigaraskap er sera viðkomandi í hesum døgum og í hesi greinini er nakað av tí sum John Rajani førdi fram í fyrilestrinum.
Tað verður ofta ført fram at tað er óheppið við útlendskum eigaraskapi í føroysku fiskivinnuni, og røddir eru frammi sum mæla til at útlendingar als ikki skulu hava møguleikan at keypa seg inn í eina føroyska fyritøku ella eiga virkir og fyritøkur sum virkað í Føroyum.
Men kjakið er torskilt, tí hvat er ein føroyskur eigari ella ein føroysk króna og hvat er veruligi trupulleikin, sum ein nýggj vinnulóggáva skal taka hædd fyri, eru grundleggjandi spurningar, sum vit mugu til at svara.
John Rajani greiddi í fyrilestrinum frá at søguliga hava landsmyndugleikar í stóran mun avmarkað útlendskan ognarskap í heimlandinum og eftir seinna heimsbardaga var sera trupult at gera íløgur tvørtur um landamørk, orsakað av valuta forðingum, ognar avmarkingum, ólíkum skattaskipanum millum lond og av ótta fyri ognartøkum. Í 1980unum broytist støðan, tá ið ein deregulerings bylgja verður sett í gongd og í dag er keyp og søla av ognar pørtum og skuld tvørtur um landamørk fleirfaldað og veksur við nógvari ferð.
Støðan í Føroyum er í dag at í stóran mun er frælsur kapitalmarknaður. Talan er um ein lánimarknað við fleiri føroyskum og útlendskum veitarum.
Eginpenings marknaðurin er tó bert partvíst frælsur.
Ein altjóðagjørdur kapitalmarknaður ger tað lættari hjá einum búskapi, sum annars hevur ríkiligt av arbeiðsmegi, at útvega kapital. Kostnaðurin av kapitali gerst minni, tí útboðið á altjóða marknaðinum er tað størri. Kapitalur kann sostatt við fyrimuni váðaspjaðast yvir fleiri búskapir, sum ikki ‘sveiggja í takt’.
Vansarnir eru at tá útlendskur kapitalur flýggjar úr einum viðbreknum búskapi í annan og
við altjóðagerðini gerst sambandið millum búskapir eisini tættari við teirri avleiðing, at ein kreppa í einum landi kann hava stóra ávirkan á onnur lond.
Støðan í Føroyum
Føroyar fíggja seg sjálvar í nógv størstan mun umvegis lántøku og lán eru ikki serliga váðafúsur kapitalur og krevja ítøkiliga trygd, lægri váðafýsni, lægri avkast. Kapitalinnskot, sum ognarpartur, er váðafúsur kapitalur og gevur størri váðafýsni, størri avkast. FDI-kapitalur, (sum er kapitalur við ávirkan á feløg) er í størri mun førur fyri at fíggja nýskapandi íverksetan við stórum vakstrarmøguleika, í mun til lántøka, sum í veruleikanum er óvirkin kapitalur, ið ikki tilførir felagnum annað enn pengar.
Fiskivinnulógin sigur at føroyingar skulu eiga í minsta lagi 2/3 av ræðisrættinum og eginpeninginum, herundir parta- og ábyrgdarpeninginum, í einum felagið. Alilógin staðfestur at eingin einstakur juridiskur ella fysisikur persónur, sum ikki er føroyingur, kunnu hava ræði á meira enn 20 % av felagskapitalinum í einum alifelagið og Oljulógin sigur somuleiðis at Loyvishavarin hevur sambært lóg um kolvetnisvirksemi skyldu til, at flyta alla útgerð og fólk um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll.
Harafturat er tilskilað í samband við einskiljingina av Føroya Banka, at eingin einstakur juridiskur ella fysiskur persónur kann hava ræði á meira enn 10 % av atkvøðurættinum í bankanum.
Hvørjir eru vansarnir við útlendskum eigaraskapið?
Við útlendskum eigaraskapið økist trýsti á staðbundna ídnaðin og vandi fyri at missa vitanartung arbeiðspláss. Vandi er fyri at missa tamarhald á vinnugreinum. Heimsending av vinningi/vinningsbýti til íleggjarar í útlandinum er ein vandi og møgulig misnýtsla av tilfeingi. Eisini kann útlendskur eigarskapur ávirka staðbundna mentan/áskoðan ella fremja sosiomentanarlig ávirkan. Eisini kann útlenski eigaraskapurin fáa óhepna ávirkan á umhvørvið.
Hvørjum eru vit bangin fyri?
Í samband við fiski-, ali- og oljuvinnuna eru vit bangin fyri at missa tamarhald á vinnuni.
Heimsending av vinningi/vinningsbýti til íleggjarar, møgulig misnýtsla av tilfeingi og trýstinum á staðbundna ídnaðin har vit óttast vandan fyri at missa arbeiðspláss.
Eisini eru vit bangin fyri at stratekskt týdningarmiklar fyritøkur flyta høvuðssæti úr landinum og vit missa vitnartung størv og kappingarstøðan verður ójøvn.
Vit eiga at tora at velja pragmatiskar loysnir
Men er tjóðskapur einasta amboði fyri at verja føroyskt vinnulív og samstundis geva rúmd fyri menning og vøkstir í føroyska vinnulívinum?
Hvat við: Tilfeingisumsiting, Loyvislóggávu, Vinnuskattalóggávu, Kappingarlóggávu ella Arbeiðsmarknaðarlóggávu?
Pragmatisk nationalisma sigur at FDI (útlendskar íløgur) hava bæði fyrimunir og vansar við sær og at vit eiga at loyva útlendskum íløgum í Føroyum, um fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir.
Vit kunnu spyrja um vit eru liberalistar ella pragmatiskir nationalistar?
Heldur enn at avmarka útlendskar íløgur við at lóggeva um tjóðskap, eiga vit at umhugsa at broyta aðra lóggávu, sum tryggjar, at vit framhaldandi menna samfelagið.
Tað er ikki haldbart fyri føroyskt vinnulív at lóggeva útlendskan kapital og íleggjarar úr føroysku vinnuni, tí við einari nútímans vinnulóggávu fáa vit baði neyðugan kapitla og týdningarmikla og neyðuga vitan við samstarvið tvørtur um landamørk.
Vit kunnu eisini fegnast um at stórar føroyskar fyritøkur í dag hava gjørt stórar íløgur í fyritøkur í øðrum londum og slík samstørv hava stóran týdning fyri framhaldandi menning av føroysku tilfeingis vinnuni.




