Føroya Pedagogfelag heitir á politiska myndugleikan um at tryggja viðurskiftini hjá børnum á stovnum, við at lógarfesta eitt normerings minstamark. Hetta er eitt av trimum ynskjum ið pedagogfelagið hevur til komandi løgtingsval.
Normering er tað orðið, ið vanliga verður brúkt at rokna út, hvussu nógv starvsfólk eru um børnini.
Seinastu tíðina hava fleiri av størru kommununum lækkað gjaldið fyri stovnspláss á dagstovnum. Hóast vit kunnu gleðast um at hetta gevur nakað eyka av peningi til barnafamiljurnar, so stúrir Pedagogfelagið fyri, at hetta kann fáa álvarsamar fylgjur fyri umstøðurnar starvsfólk fara at arbeiða undir, og hvørjar umstøður møta barninum, tá tað kemur á stovn. Peningurin ið verður tikin úr skipanini, má ikki vinnast inn aftur við sparingum innan økið.
Børnini hava uppiborið trygg viðurskifti, og starvsfólkaorka á dagstovnum má ikki gerst ein sparipostur. Vandi er fyri, at føroysk børn kunnu vænta minni umsorgan og nærleika frá vaksnum fólki, tá tey eru á stovni.
Pedagogfelagið heitir á politisku flokkarnar og næsta mentamálaráðharra at taka hetta í álvara. Pedagogfelagið ynskir sjálvandi at vera ein jaligur viðleikari at skapa eina góða normeringsskipan og arbeiðið kann byrja beinanvegin!
Hóast tølini í kommununum kring landið líkjast nógv, so er tað eingin staðfesting ella vegleiðing til, hvussu fígging til stovnar skal brúkast. Tað skal standa einastaka stovnsleiðaranum frítt at raðfesta játtanina, sum hann fær at reka stovnin við.
Ein arbeiðsbólkur hjá Føroya Pedagogfelag gjørdi í 2014 eitt normeringsálit. Í álitinum kemur fram, at tølini fyri normering runt landið líkjast nakað, tó eru kommunur, ið raðfesta høga normering og játta tilsvarandi fígging. Í álitinum verður greitt frá, hvussu langa tíð arbeiði á stovni tekur og við hesum verður komið fram til ein virðiligan normeringslykil. Mælt verður til, at eitt barn í vøggustovu fær 11,3 tímar. Eitt barnagarðsbarn fær 7,27 tímar og eitt frítíðarskúlabarn fær 3,16 tímar. Talan er um tímar um vikuna. Sostatt eigur ein vøggustova, ið hevur 10 børn at hava minst 113 starvsfólkatímar um vikuna.
Tað finst eingin greið mannagongd, hvussu starvsfólkaorkan verður sett. Áðrenn kommunurnar yvirtóku barnaøkið var tað Almannaráðið, ið saman við m.a. brunaumsjón og arbeiðseftirliti avgjørdi, hvussu normeringin var á stovnum. Tað er eingin slík skipan í dag, og tí stendur tað frítt hjá kommunum at broyta fígging til stovnar uttan góðkenning frá hægri myndugleika. Hetta kann so hava ávirkan á, hvussu nógv starvsfólk ein stovnsleiðari kann seta.
Høg normering lønar seg. Langvarandi kanningar og gransking vísa, at tey børn ið hava verið á stovnum, ið hava lutfalsliga høga normering, klára seg betur í skúla og soleiðis megna at fáa eina útbúgving og klára seg betur á arbeiðsmarknaðinum enn tey børnini sum koma frá stovnum har normeringin ikki hevur verið yvir miðal. Hetta vísur gransking hjá Jan Kampman, ið er professari í barnagransking á Roskilde Universitetcenter.
Tað er heilt avgerandi, at starvsfólkini á landsins stovnum hava ta tíð og yvirskot at kunna fylgja við menningini og trivnaðinum hjá hvørjum einstøkum barni. Ov fá vaksin kann skapa mistrivna og strongd og samstundis spæla vit við umstøðurnar hjá besta tilfeinginum vit hava: børnini.
Gera vit ikki íløgu í barnið, kann tað hava álvarsamar fylgjur!
Nikkil Heinesen
skrivari, Føroya Pedagogfelag




