Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit nærkast 5000 íbúgvum

Nordlysid

– Allir pílarnir peika rætta vegin, og fólkatalið í Klaksvík nærkast nú av álvara 5000, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Allir pílarnir peika rætta vegin, og fólkatalið í Klaksvík nærkast nú av álvara 5000, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann fegnast um vøksturin, sum sambært honum er eitt úrslit av miðvísum býráðsarbeiði, sum hevur verið framt seinastu árini. – Vit settu eina vakstrarætlan í verk fyri nøkrum árum síðani, og nú síggja vit, at hon hevur kastað ítøkilig úrslit av sær, sigur borgarstjórin.

Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er vaksið støðugt seinastu árini, og sambært borgarstjóranum hevur vakstrarætlanin hjá býráðnum havt ein týðandi leiklut í hesum. – Vit hava raðfest bústaðarmøguleikar, útbúgvingarmøguleikar og upplivingarvinnuna, soleiðis at Klaksvíkar kommuna er áhugaverd at flyta til, og so hava vit seinastu trý árini sett barnaansingargjøldini niður, fyri at geva barnafamiljunum fleiri pengar millum hendurnar, sigur Jógvan Skorheim. Harafturat hevur býráðið gjørt av at lækka kommunuskattin 1,25% frá 1. januar. – Fíggjarætlanin fyri 2016 er rættiliga spennandi, tí vit hava megnað at veita borgarunum ein rættiliga stóran skattalætta, samstundis sum vit gera stórar íløgur í spennandi verkætlanir, sum til dømis miðbýin, skúlan, rennibreytina, mentanarhúsið, umframt spillivatns- og sjóhitaskipanina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Fleiri og fjøltáttaðir bústaðarmøguleikar

Tá ið nógv fólk velja at flyta til Klaksvíkar, so setur tað krøv til bústaðarmøguleikarnar, og í Klaksvík er líkt til, at útboðið ikki er nóg stórt í mun til eftirspurningin, men borgarstjórin sigur, at hetta er ein avbjóðing, sum býráðið arbeiðir við at loysa. – Arbeiðið við nýggja miðbýnum gongur væl í løtuni, og har koma 30 spildurnýggjar íbúðir, umframt hølir til annað virksemi. Harumframt eru tilsamans 20 nýggjar vardar íbúðir á Heygavegnum og við Mylnutún tiknar í nýtslu í ár, so hetta hevur eisini fjøltáttað bústaðarmøguleikarnar hjá borgarum við skerdum førleikum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Vøkstur og framburður á øllum økjum

Fólkatalið veksur sum nevnt støðugt, bæði í mun til barnsburð og tilflytarar, og hetta setur nýggj krøv til býin, samstundis sum tað mennir lokalsamfelagið. – Seinnu árini hava vit sæð fleiri nýggjar kaféir, handlar og annað virksemi, og hetta gevur kommununi nýtt lív, og setur eisini ferð á lokala búskapin, sigur Jógvan Skorheim.

Ferðslan ígjøgnum Norðoyatunnilin er eisini økt seinastu tíðina og í august í ár koyrdu metnógvir bilar norður til Klaksvíkar. – Tá ið Dúgvan sigldi, lá talið av ferðandi bilum um Leivíksfjørð á umleið 100.000 um árið. Nú koyra umleið 900.000 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin hvørt ár, so tað í sær sjálvum er ein risastórur vøkstur. Og øll hesi fólkini koma til Klaksvíkar, tí her er nógv at koma til, og nú síggja vit eisini, at talið á ferðandi til Kalsoynna er vaksið við umleið 30 prosentum, síðani Kópakonan varð sett upp. Hetta vísir okkum, at vit gera rætt í at raðfesta upplivingarvinnuna og geva bæði føroyskum og útlendskum ferðandi nakað serligt at uppliva í Norðoyggjum, sigur borgarstjórin.

– Samanumtikið peika allir pílarnir í Klaksvíkar kommunu beint uppeftir, og tað haldi eg, at vit øll kunnu fegnast um, sigur borgarstjórin.