Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit ræðast ikki trøll…

Oliver Joensen

Í Norðlýsinum hartar Grímur Lassen undirritaðu valevnir við yvirskriftini At tær koma sær.

Vit verða lagdar undir at vilja Klaksvíkini ilt og at máa grundarlagið undan høvuðsvinnu okkara og at vilja leggja allan flotan í Klaksvík.

At harta okkum fyri at vilja vinnuni ilt er burtur úr vón og viti. At vilja vinnuni ilt er sambært okkum báðum at lata standa til. Tá politikarar ikki tora at taka ábyrgd og gera inntriv, tá hetta er neyðugt, tað eru undanstøkkingar, ið einaferð noyðast at taka ábyrgdina av, at havið er oyðið og tómt.

Nú ilt man vera komið í menn, ið tykjast halda, at konufólk ikki skulu ditta sær at hava meining um vinnu, serliga fiskivinnu, tað er nú bara stuttligt, kanska eisini láturligt

Við netgreinini í Norðlýsinum hevur Grímur Lassen manað fram hetta myrkursins fólkaslag, sum fegnast flýgur um næturnar og sum navnleyst sleppur í blaðið at klappa honum á herðarnar. Vit takka fyri tíni bersøgnu orð. Tí nú sanna vit báðar tvær, at vit hava nakað at stríðast fyri.

Vit ásanna, at vit politikarar framvegis skulu stríðast fyri málum okkara. Vit skulu síggja heildina, ikki bert røkja egin áhugamál og hugsa um dagin í dag.

Nei, vit báðar ræðast ikki trøll. Heldur ikki tann dagin, tú ikki fírdi fyri at hótta okkum báðar í gongini í tinginum, áðrenn atkvøðugreiðslan um fiskidagar fór fram. Tvørturímóti hava vit báðar sannað, at tað er framhaldandi neyðugt at arbeiða fyri skynsamiligari veiðu, skynsamiligum politikki, ið torir at taka ábyrgd, har tað er neyðugt.

Óluva Klettskarð og Eyðgunn Samuelsen