Stjórin í Kringvarpinum, Dia Midjord, sigur at enn hevur Kringvarpið ikki møguleikar til at útbyggja sendingar sum Dag og Viku tí enn má stovnurin leita eftir fíggjarligum fótafesti og enn er alt ov tíðliga at meta um hvussu árið fer at arta seg.
Stjórin í Kringvarpinum, Dia Midjord, sigur at enn hevur Kringvarpið ikki møguleikar til at útbyggja sendingar sum Dag og Viku tí enn má stovnurin leita eftir fíggjarligum fótafesti og enn er alt ov tíðliga at meta um hvussu árið fer at arta seg.
– Vit hava arbeitt hart við at tilpassa útreiðslurnar til inntøkurnar, men samstundis hevur eisini verið arbeitt við at fáa stovnin savnaðan undir einum taki. At flyta sjónvarpið úr Vørsluni niðan í Sortudíki hevur kosta stovninum nógvar pengar og orku og samstundis hava vit verið noydd til at gera íløgur í nýggja tøkni.
-Alt starvsfólki í Kringvarpinum er nú komið undir somu lon og hóast tað er trongligt so trúgvi eg at hetta fer at hava eina positiva ávirkan á stovnin. Men tá tað kemur til sjónvarpstøknina gevur tað onga meining at installera gamla tøkni í nýggju hølunum sum sjónvarpið nú virkar í og tí hava vit gjørt íløgur í nýggja tøkni sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri stovnin frameftir og eisini skal spara okkum pening í rakstrinum.
– Tá fíggjarkreppa rakti stovnin segði landsstýrismaðurin í Mentamálum at tað var neyðugt at hjálpa Kringvarpinum. TÍ bað hann um eina eykjáttan frá løgtinginum uppá 3,5 mió. kr. fyri at stovnurin skuldi fáa eina sokallað bleyta lending, sum hann málbær seg. Men tá málið kom fyri í fíggjarnevndini var játtanin skerd til 1,9 mió. Kr. Og tað hava vit so sjálvandi verið noydd at fyrihildið okkum til.
Vit hava sagt fólk úr starvið og framt ymiskar rationaliseringar, og harafturat arbeiða vit við ætlanum sum skulu geva okkum meira inntøkur – men hetta tekur alt tíð og fyri stovnin í løtuni er avgerandi neyðugt at vit fáa hallið burtur soleiðis at vit fóta okkum og fáa frið at menna okkum.
– Ja, tað er altíð ynskiligt at framleiða meira føroyskt tilfar og eg eri í prinsippinum sjálvandi samdir við sjónarmiðinum at vit skullu hava eina føroyska tíðindasending hvønn dag í vikuni, men sum fíggjarstøðan er í løtuni er ikki rúm fyri hesum.
–




