Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit seta pápan í brennidepilin!

Tíðindaskriv

· Hvussu er at vera pápi anno 2015? Hvønn týdning hevur pápaleikluturin havt ígjøgnum tíðirnar? Hvønn týdning hevur tilknýtið ímillum pápa og barn og hvørjar avbjóðingar kunnu vera í hesum tilknýtinum?

· Hvussu er at vera pápi anno 2015?

· Hvønn týdning hevur pápaleikluturin havt ígjøgnum tíðirnar?

· Hvønn týdning hevur tilknýtið ímillum pápa og barn og hvørjar avbjóðingar kunnu vera í hesum tilknýtinum?

Hetta eru nøkur av evnunum, Svend Aage Madsen fer at tosa um á evnisdegnum 20. februar 2015 í Østrøm. Svend Aage fer eisini at koma inn á, hvar menninir og tað mansliga er ávegis í dag, um atburðarlagið hjá monnum, taða. g er at vera pápi annot upp og samskifta við p Fakligt íðarrák og avbjóðingar.

Svend Aage Madsen er leiðandi sálarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum og hevur í meira enn 10 ár staðið á odda fyri granskingini innan pápaøkið. M.a. hevur hann granskað í viðurskiftunum: Menn sum pápar, menn í gitnaðarviðgerð, menn og barnsburður, menn og tilknýtið til pinkubørn, tá menn gerast pápar og pápar og burðartunglyndi.

Svend Aage Madsen hevur nógv ár á baki við sálarfrøðiligari viðgerð av monnum og kvinnum. Dagliga arbeiðir hann við burðartunglyndi hjá bæði pápum og mammum. Eisini granskar hann í, hvussu tú gerst varugur við burðartunglyndi, og hvussu tað kann viðgerast.

Svend Aage Madsen hevur saman við øðrum skrivað fleiri bøkur.


Evnisdagurin verður á Østrøm 20. februar og er viðkomandi fyri øll, sum starvast við børnum og ungum innan øll økir og annars tey, sum hava áhuga fyri evninum.


Tilmelding fer fram á fa5.sjukrarokt@gmail.com 

Freistin er 13. februar. Avmarkað pláss.

Tað er fakliga áhugafelagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða við børnum og ungum, sum skipar fyri.