Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit sita bara og bíða eftir hvat hendir næst

John William Joensen

sigur eitt tíðindafólk hjá íslendska morgunblaðnum, sum vit tosaðu við í morgun

– Vit hava júst verið á redaktiónsfundi á Morgunblaðnum og ikki tykkum at siga, so verða tað fíggjarligu søgurnar sum fylla blaðið hesa vikuna.

– Dagurin byrjaði við at fíggjarmálaráðharrin var í ríkisútvarpinum og segði at bankarnir í morgun lótu upp sum vanligt, men tá hann var spurdur segði hann sum var, at hann ikki kundi garantera fyri morgindegnum.

– Fólk eru ørkimlaði og kenna seg maktarsleys og tað sum øll tosað um er minkandi virði á íslendsku krónuni.

– Flestu halda at støðan á altjóða fíggjarmarknaðunum hevur størstu skuldina – men nú eru vit eisini farin at hoyra røddir sum seta spurnartekin við banka leiðslurnar og politisku leiðsluna.

– Allir íslendingar hava verið vitnið til eitt íløgu-ball sum ikki hevur kent sín líka og í dag mugu vit staðfesta at ballið er liðugt.

– Sum blaðfólk fáa vit sera nógvar uppringingar har fólk greiða frá at tey sleppa ikki í bankan eftir innistandandi – men tá vit tosað við bankarnar siga teir bara at alt er sum vanligt.

– Høvuðssøgan hjá okkum í dag verður fallandi virði á íslendsku krónini og tær fylgir tað kann fáa fyri vanliga borgaran.