Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skilja ikki hví so stórur munur er á fiskaprísunum

John William Joensen

Hetta siga útróðrarmenn í samband við, at tað kemur fyri at munurin prísinum á fiski sum verður seldur um gólvuppboðssøluna og telefonina kann koma upp ímóti 4 krónum fyri kg.

Norðlýsið hevur leitað runt eftir einum svari uppá hendan spurningin og tað nærmasta vit koma einum svari er, at Fiskamarknaðurin ikki virkar nøktandi, hvørki fyri seljarar ella keyparar.
Keyparar, sum vit hava verið í samband við, siga sum við ein munn, at teir framvegis hava størri álit á góðskuni frá teim størru línubátunum, hóast útiróðrarfiskurin seinnu árini er komin nógv betur við enn frammanundan.
Sum skilst, so eru tað nógv ting sum spæla inn, tá ein skal keypa fisk. Eitt fyribrigdið er, at fiskurin frá teim stóru línubátunum er somikið nógv "lagraður", tá hann verður seldur á uppboðssøluni at hann svinnur lítið og einki, frá tí hann verður keyptur til hann verður arbeiddur.
Nakað sum eisini spælir inn, tá talan er um keyp av fiski frá útiróðrarbátum í mun til at keypa fisk frá línubátunum er eitt nú støddin.
Tikið verður sum dømi, at hýsa II er hýsa sum vigar ímillum 1 kg og 2 kg. Keyparar hava royndir av, at meðalvektin av hýsu II frá línubátunum ofta er hægri enn frá útiróðrarbátunum. Til dømis kemur fyri, at hýsa II sum verður keypt á gólvuppboðssøluni hevur eina miðalvekt uppá 1,2 kg ímeðan sama hýsan frá línubátunum ofta hevur hægri meðalvekt og hetta spælir eisini inn, tá hýsan skal arbeiðast víðari.

Fiskamarknaðurin
virkar ov illa
Fiskakeyparar, sum vit hava tosa við, eru samdir um, at Fiskamarknaðurin virkar ov illa. Dømi verða nevnd, sum siga, at tað kemur meiri enn so fyri, at útiróðrarfiskur, sum er avreiddur fríggjadag, ikki verður seldur fyrr enn seinnapartin mánadag og tískil í fyrsta lagið kann koma í maskinurnar á virkjunum týsdag.
Í hesum føri svinnur vektin nógv og at klaga til Fiskamarknaðin um undirvekt er sum at sletta vatn á gás.
Fiskakeyparar meina, at um nakað skil skal vera í, so skal Fiskamarknaðurin eisini formiðla fisk í weekendunum, tí hetta eru matvørur vit fáast við og tað er ikki rætt at fiskurin ikki kemur til høldar so skjótt sum gjørligt.
Menn rokna við, at tað er bert ein spurningur um tíð til keyparar og seljarar av fiski fara at hava ávirkan á uppboðssøluna av fiski í Føroyum og tá verður roknað við eini betri skipaðari uppboðssølu.