Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Vit skulu verða tryggari á bóltinum

Jóhann Lützen

Sanna Svarvadal er liðskipari á KÍ liðnum og hon hevur góðar vónir til oddadystin í Meistaradeildini í morgin ímillum KÍ og HB

 

Norðlýsið setti Sannu Svarvadal stevnu undan oddadystinum í Meistaradeildini í annaðkvøld. Vit spurdu hvussu kvinnurnar fyrireika seg til dystin:

– Vit eru spentar til dystin í annaðkvøld. Vit hava fyrireikað okkum væl til dystin. 10 leikarar í hópinum hava verið burturstaddar við landsliðnum seinastu tíðina. Hesa vikuna hava vit verið savnaðar aftur í Kí-hópinum og hava hugsavnað okkum um føroysku kappingina og arbeitt við teimum taktisku prinsippunum, sum vit skulu út at fremja á vøllinum, sigur Sanna.

– Vónirnar eru góðar. Seinast vit møttu HB, endaði dysturin við javnleiki, har vit leikliga vóru omaná, hóast vit ikki vóru heilt nøgdar við okkara avrik hendan dagin, sigur liðskiparin.

– Hesaferð skulu vit verða tryggari á bóltinum og standa sterkari í verjustøðu, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at eydnast okkum væl til dystin í morgin, sigur Sanna. 

– Vit hava ein breiðan og sterkan hóp, sum er væl fyri, og allir leikararnir eru klárir til dystin í morgin, so vit eru væl fyrireikaðar og hava góðar vónir, sigur Sanna Svarvadal við Norðlýsið at enda. 

Dysturin millum KÍ og HB verður leiktur í Djúpumýru fríggjakvøldi kl. 19.00 

Harleywoodpaint