Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit slóða fyri!

Signhild V. Johannesen, býráðslimur

Frá nærumhvørvi og órudd til útlát og globala upphiting

Frá nærumhvørvi og órudd til útlát og globala upphiting

Seinastu árini hava vit havt alt meiri sjóneykuna á umhvørvi. Vit gera átøk, grønar dagar og umhvørvisvikur. Vit eru upplýst og tilvitað sum ongantíð fyrr. Børn, ung, tilkomin og eldri, verða drigin við og eggja til, at vera luttakarar heldur enn áskoðarar.

At tað er nógv at taka hond um, eru vit skjótt samd um. Ein túr runt í býnum, og økinum uppat býnum sigur okkum skjótt, at her er lagt á mál. Vit síggja enn órudd, plast og pappír liggja sløðandi. Vit síggja órudd og goymslur sum ikki eru nøkur fragd fyri eyga.

At kommunan nú arbeiðir við einum umhvørvis- og orkupolitikki er gleðiligt og gevur okkum eitt amboð at stýra eftir.

Trýst her

Klaksvíkar kommuna hevur lagt seg eftir, at so hvørt vit út- og umbyggja okkara samfelag, velja vit loysnir, ið eru betri fyri umhvørvi, og harvið eisini betri fyri fólkið og framtíðina. Hetta kunnu vit vera stolt av. Vit arbeiða við eini spillivatnsætlan, sum ger at alt frá kloakkunum verður ført í reinsiverk. Áir og vágin gerast rein og vit fáa okkara náttúru aftur.

Sjóhitaskipanin sum er ávegis, er eisini eitt stórt frambrot á umhvørvisøkinum her hjá okkum. Sjóhiti verður lagdur heilt frá Biskupstorginum niðan í gjøgnum skúlarnar, víðari til ítróttarøkið, og við møguleikum fyri fleiri íbindingum.

Gulu býbussarnir eru væl umtóktir, og ein góð loysn fyri at minka um dálkandi útlát. Í dag koyra mest børn og eldri fólk við bussunum, men tíðin og vanarnir arbeiða fyri, at bussarnir verða enn meira brúktir í framtíðini.

Vit slóða fyri á mongum økum. Dagarnir hesa vika hava víst at vit vilja, og vit standa saman um, okkara bý og náttúru.

Við allari virðing fyri hvør øðrum, náttúruni og ríkidøminum sum okkum er litið til, slóða vit fyri.

Harleyfacadeacryl