“Vit royndu fleiri ferðir at sleppa til samráðingarnar, men Heðin læsti seg inni við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum og látst ikki at síggja okkum.” Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn.
“Vit royndu fleiri ferðir at sleppa til samráðingarnar, men Heðin læsti seg inni við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum og látst ikki at síggja okkum.” Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn.
“Tað var ein keðilig kensla hasa náttina, eftir at vit høvdu fingið eitt gott val, so sluppu vit ikki framat nakrastaðni. Tí var tað ein ordiliga góður dagur í gjár, at sleppa framat aftur,” sigur hon.
Marin Katrina dugir ikki at ímynda sær, at nøkur onnur samgonga verður gjørd, og hon heldur lítið um tað, at løgmaður nú roynir at leggja trýst á býráðslimirnar, fyri at fáa eina aðra samgongu skipaða.
“Løgmaður skuldi heldur syrgt fyri, at uppskotið hjá Anniku um ikki at loyva dupultmandati, varð sett í verk. Nú síggja vit, hvat kann henda við dupultmandati,” sigur hon.
Hava samstarva væl við Heðin
Hóast Tjóðveldi í Tórshavnar býráð valdi at fara úr samgonguni í farna valskeiði, so heldur Marin Katrina, at tey onkuntíð hava samstarvað væl við Heðin Mortensen.
“Sannheitin er, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu eitt gott samstarv ta fyrstu setuna, tá Heðin var borgarstjóri,” sigur hon. Hon vísir til tað sum hendi eftir valið í 2004, tá hon fyrstu ferð verða vald í býráðið, og Heðin Mortensen skifti flokk fyri at skipa samgongu saman við Tjóðveldi.
“Næstu setuna var Javnaðarflokkurin blivin størri og tá kom tað fyri, at onkur atkvøddi ímóti samgonguni og onkuntíð var eisini rumbul í,” sigur hon.
Triðju setuna vórðu allir flokkar tiknir við í samgonguna, og tað endaði við at Tjóðveldi valdi at fara úr samgonguni.
Viðvíkjandi tí sum hendi í gjár sigur Marin Katrina Frýdal, at hóast nógvar hvassar atfinningar eru at síggja á sosialu miðlunum, so hevur hon eisini fingið nógvar viðmerkingar frá fólki sum eru væl nøgd við nýggju kósina.




