– Men vinnur Klaksvíkingur, so er árið hjá okkum spilt, staðfestir Fróði Ólason Olsen, sum er íðin viðhaldsmaður hjá Argja Róðrarfelag.
– Men vinnur Klaksvíkingur, so er árið hjá okkum spilt, staðfestir Fróði Ólason Olsen, sum er íðin viðhaldsmaður hjá Argja Róðrarfelag.
Mánadagin á ólavsøku verður seinasti FM kappróðurin í ár. Hjá 10-mannaførunum hevur Drekin Reyði vunnið FM heitið í stórum stíli, og teir hava eisini vunnið allar róðrarnar í stórum stíli burtursæð frá á Norðoyastevnu, sum var einastu róðurin, har Klaksvíkingur var við. Tá var hálv bátslongd á muni millum hesar báðar bátarnar. Nú á ólavsøku er Klaksvíkingur við aftur og so er spurningurin, um Drekin Reyði fer at fáa kappingina, sum hann ikki hevur fingið síðani Norðoyastevnu.
– Vit spyrja klaksvíkingarnar av
Fróði Ólason Olsen er fyrrverandi formaður í Argja Róðrarfelag og nú íðin viðhaldsmaður hjá Argja Róðrarfelag. Hann hevur fylgt væl við kappingini í ár og eisini hjá 10-mannaførunum.
– Eg má siga, at tað hevur verið í so lætt. Tað var spennandi á Norðoyastevnu, men síðani hevur tað ikki verið spennandi, so tað hevur kenst í so lætt. Men nú eru avbjóðarar á ólavsøku, so tí eru vit sera spentir. Tað skal vera eitt ”fornøjilsi” at smyrja Klaksvíking av, sigur ein tíðiliga spentur viðhaldsmaður hjá Drekanum Reyða.
Skal ein bátur fáa loyvið at bara koma á ólavsøku?
Nakað av kjaki hevur verið um, hvørs tað skal vera loyvi at luttaka á ólavsøku, tá ein ikki hevur luttikið fyrr í árinum ella at kunna skifta millum bátastøddir fleiri ferðir á árinum. Fróði hevur sína meining um hetta.
– Hetta er lógligt og eg havi sjálvur verið við til at gjørt lógina, so har er einki at fara eftir. Men tað var fyrst og fremst ætlað at fáa fleiri bátar við á ólavsøku, har tað annars kundi verið fáir bátar. Men í hesum føri virkar tað sum eitt sjálvtøkuborð hjá hasum fýrunum umborð á Klaksvíkingum, har teir bara kunnu velja ímillum, hvørja bátastødd teir rógva í. Tað kann forstýra kappingina, tí bátar koma við til bara onkra stevnu og enntá vinna og tá kann tað oyleggja. Men sum sagt, hetta er fult lógligt, sigur Fróði Ólason Dam.
Kunnu spilla árið
Fróði dugur tó at síggja, at FM vinnarin hjá 10-mannaførum nú hevur fingið eina avbjóðing á ólavsøku.
– Tað verður ein avbjóðing. Tí hasir rógvararnir á Klaksvíkingi eru úrmælingar innan kappróður og nakrir vinnarar við flottum hugburði. Um tað er eitt bragd, um teir vinna á ólavsøku? Jú tað er altíð eitt bragd at vinna á Drekanum Reyða. Og tað vænti eg sum sagt ikki at teir megna. Men hinvegin kunnu teir vinna, og so er okkara ár spilt. Nú veit eingin, hvussu kappingin verður á ólavsøku, men hetta skapar ein størri áhuga fyri 10-mannafarsróðrinum og tískil vónandi fleiri áskoðarar. Eg vænti ein spennandi róður, men har Drekin Reyði verður tann fyrsti, meðan Klaksvíkingur og Vestmenningur koma beint aftanfyri og har vænti eg, at Klaksvíkingur fer at hava munin., sigur Fróði Ólason Olsen at enda við Norðlýsið.




