Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit sóknast eftir heyst fjall myndum

Norðlýsið

Eins og í summar, so ynskir Norðlýsið at fáa myndir frá fjallgongum og annars tí, sum hevur við heyst skurðin at gera.

Nakrir hagapartar hava longu verið á fjalli, meðan teir flestu fara hesar komandi vikurnar. Heystfrítíðin byrjar ikki fyrr enn 13. oktober, men helst vilja teir flestu á fjall áðrenn tað.

Norðlýsið sóknast eftir myndum og kanska tveimum reglum um, hvussu raksturin er skurðurin hilnaðist. Kanska okkurt um lambatal og okkurt um vekt, antin livandi ella av krovunum. Í summar høvdu við sama átak viðv. áseyðaroyting og tá tóku seyðamenn væl undir við hesum og nógvir hagapartar tóku áheitanina til eftirtektar. Eingin avmarking er fyri, hvussu myndirnar skulu síggja út og av hvørjum. Ei heldur er nakað mark fyri, hvussu nógvar myndir. Tað kann vera ein mynd og tað kunnu vera 30 myndir.

Send myndir og upplýsing til info@nordlysid.fo

Harleyfacadeacryl