Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit standa spyrjandi

Norðlýsið

Norra strekti seg sera langt undir samráðingunum í Skotlandi. Harafturat staðfestu vit undir samráðingunum at tveir av samráðingar pørtunum høvdu fingið loyvi til fiska makrel í Grønlendskum sjógvi, umframt tað sum tey kravdu í strandalanda samráðingunum og hesin fiskiskapurin skuldi haldast uttan fyri TAC-ið sum semjuuppskotið bygdi á.

Fyri Norra er púra greitt at alt sum verður fiska av makreli av pørtunum sum samráðast má verða partur av samráðingunum, sigur norski fiskimálaráðharrin Aspaker, sum eisini vísir á at ES og Ísland ætlaðu at loyva egnum skipum at fiska makrel út yvir tað sum tey ætlaðu at binda strandalondini til í semjuuppskotinum.

Norra og ES fara innanhýsis at semjast um áseting av makrelkvotu fyri 2014 eins og undanfarin ár, váttar norski fiskimálaráðharrin.