Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit taptu 5-0 til Ter Leede, men tað sigur onki um styrkismunin

Oliver Joensen

Vit vóru sera óhepnar og kanska og illa klárar til byrjanina av dystinum og tí fingu tær tvey skjót og keðilig mál, sigur Malena Josephsen úr KÍ kvinnum eftir dystin í Hollandi í kvøld

5. min farnir.
Vit frætta úr Hollandi, at okkara kvinnur standa nógv betur á vøllinum ídag. Rannvá Andreasen hevur longu havt eitt gott skot á málið, sum tó ikki gav mál. Men í hinum endanum hava vit nærum gjørt sjálvmál, við tað at ein afturlegging hjá Ragnu til málmannin endaði í málinum hjá okkum. Vit frætta at málmaður okkara noyðist at taka hetta málið á seg.

15 min farnir.
Í 8 minutti eydnaðist tað aftur Hollandi at skorað eitt mál ímóti KÍ kvinnunum, soleiðis at úrslitið nú er 2-0 til Holland eftir 15 min. leiktíð.
Okkara maður sigur, at hetta er ein heilt annarleiðis dystur enn tann fyrri vit spældu móti Onglandi, men í 8. minutti komu hollendsku kvinnurnar leysar í okkara verju við málmannin og kundu trygt seta bóltin í netið.
Hóast hetta so hava vit havt nógv framrættað spæl og Rannvá Andreasen hevur fleiri ferðir verið upp á spæl í álopinum.

32 min. farnir
Í 19. minutti og 30. minutti eydnaðist tað aftur Hollandi at skora ímóti KÍ kvinnunum. Hóast ógvusliga úrslitið, so hava vit fleiri álop, sum tó ikki hava givið mál, men sagt verður at vit gera ov nógvar feilir í verjuni og hetta kostar okkum dýrt við tað sama.

45 min. farnir
Nú er hálvleikur í Hollandi og støðan er 4-0 til hollendska liðið. Okkara maður í Hollandi sigur, at dysturin líkist einum føroyskum 1. deildarfótbóltsdysti. Okkara kvinnur hava spælt væl, men málini hjá hollendsku kvinnunum hava verið keðilig.
Tað tykist sum fjáltur er á okkara kvinnum, vit hava trýst hollendararnar til tíðir og nú í seinastuni hava vit havt tvey horna, men framvegis hava vit onki mál fingið. Nú fór okkara lið til hálvleiks at tosa um støðuna og tað er at vóna at tær vera meiri ansnar í seinna hálvleiki.


47 min. farnir
Eg eri als ikki nøgdur við at hollendska liðið hevur fingið so nógv mál í fyrra hálvleiki, sigur ein skuffaður Jón Harald Poulsen venjari. Seinastu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki hava vit spælt væl upp ímótu hollendsku vertunum, men vit hava ikki verið nóg neyv í okkara avsluttningum og harafturat hava hollendararnir fingið nøkur sera bílig mál, so tað er øðrkymlandi og skuffandi. Men út frá gongdini í fyrra hálvleiki hava vit valt at byrjað aftur við somu uppstilling, støðan er enn 4-0 til Hollands.


58. min farnir
Framvegis sama úrslit 4-0 til Holland í kvinnudystinum. Men okkara kvinnur hava klára seg betur í seinna hálvleiki og hava longu havt fleiri álop, sum tó framvegis ikki hava givið mál. Í hinum dystinum ímillum Fulham og Moldova var hálvleiksstøðan  4-0 til ensku kvinnurnar.
Sagt verður at til hendan dystin eru umleið 300 áskoðarar og tað er nógv meira enn til hin fyrra og tí er stemningurin kring vøllin betur.

68 min. farnir
Støðan er framvegis 4-0 til Teer Lede. Okkara kvinnur stríðast manniliga og hava havt enn fleiri álop, uttan tó at hesi hava givið mál. Nú eru bert góðir 20 minuttir eftir at leika so tað er at vóna at okkara mál kemur.

80 min. farnir
KÍ kvinnurnar halda tørn, enn hava hollendsku kvinnurnar ikki megna at fingið mál í seinna hálvleiki. Jón Harald Poulsen, venjari sigur, at tey hava rættað nakað uppá verjuna í seinna hálvleiki og at hetta hevur rigga væl higartil, men okkum tørvar framvegis eina skorðing.

88. min. farnir
Vit eru ógvuliga kedd av fyrra hálvleiki, har hollendsku leikararnir sluppu alt ov lætt í byrjanini. Støðan er framvegis 4-0 til Hollands men vit hava verið líka vandamiklar sum hollendarnir í hesum hálvleikinum.

90. min. farnir og dysturin liðugur.
So mistu vit eisini eitt mál í seinna hálvleiki. Eitt langt fríspark beinleiðis í málið gjørdi at dysturin endaði við 5 málum til Hollands og onki til okkum.
Meira um eina løtu!!!

Malena Josephsen
Vit eru ómetaliga keddar av vánaligu byrjanini hjá okkum og hartil halda vit at dómarin í hvussu so er ikki var á okkara síðu.
Beinanvegin í byrjanini av dystinum tóku hollendsku kvinnurnar luftina úr okkum vit at skorða tvey keðilig mál í 4. og 8. minutti. Men frá tí byrjaði spælið hjá okkum at ganga betur og 15 teir seinastu minuttirnar í seinna hálvleiki og heilt til seinasta sekundið í yvirtíðini í seinna hálvleiki spældu vit væl upp til tær.
Tá eg sigið at dómarin ikki var á okkara síðu, so er orsøkin kanska fyrst og fremst øll tey nógvu frísparkini tær fingu í síðunum, fleiri av teimum vóru als ikki í familju við fríspark og tað vísti seg sum um at vit høvdu stórar trupulleikar í deyðbóltsstøðum.
Tær vóru størri og sterkari enn vit og hartil skjótar. Men tá tað kom til bóltspælið, so vóru okkara kvinnur væl á hædd við tær hollendsku.
Eisini vóru vit óheppnar frammanvyri málinum. Vit høvdu eitt hav av horna og skotum, men onki mál fingu vit. sigast má at málmaðurin hjá teimum var sera góður og ringur at koma uttanum.
Men sigur Malena, vit halda høvdið høgt og ætla okkum at gera um okkum í seinasta dystinum.
Sigast skal at hin dysturin, ímillum Fulham og FC Codru úr Moldavia endaði við einum 9-1 sigri til Fulham, so áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer leygardagin.

At enda sigur Malena: Heilsa endiliga heima frá okkum øllum. Vit øll í ferðalagnum hava tað gott og ferðin higartil hevur verið frálík.