Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit tóku beinanvegin avstand til Phoenix Kapitaldienst

John William Joensen

Sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, sum ikki vildi lova umboð fyri týska íleggjarafelagið inn í Sparikassan tá hesin var á vitjan í Klaksvík

Fyrr í vikuni kom fram at føroyskir íleggjarar hava mist einar 100 milliónir krónur í týska íleggjarafelagnum Phoenix Kapitaldienst og nú er so eisini greitt at millum tey sum hava mist er eisini Klaksvíkar Kommuna.
Stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, sigur at teir eisini vóru kontaktaðir av týska íløgufelagnum, men at teir rættuliga skjótt tóku avstand.
– Tá vit fyri tíð sína vóru kontaktaðir av felagnum bóðu vit um upplýsingar og sóu vit skjótt at hetta var ikki nakað fyri okkum.
– Tað er nú einaferð soleiðis at vit hava regluligt samskiftið við fíggjarfyritøkur uttanlanda og bara sølumátin sum hetta felagið brúkti var somikið ódámligur at vit ikki tóku teir seriøst.
– Tá so eitt danskt umboð hjá felagnum var á vitjan í Føroyum og ætlaði at hitta okkum á fundi boðaðu vit frá at umboðið hjá Phoenix Kapitaldienst var ikki vælkomið í Norðoya Sparikassa.
– Reaktiónin vit fingu frá hesum umboð var fyri okkum ein staðfesting av at hetta var eitt felag sum vit als einki vildu hava við at gera.
– Eisini hava fleiri av viðskiftafólkunum í Norðoya Sparikassa verið í samband við hetta felag, men vit hava upp á tað harðasta mælt frá at nakar setti pening í, og tað mugu vit siga at hendan støðan hjá okkum nú vísur seg at hava verið røtt.
– Fólk blandað ofta hesi børsmeglarafeløgini saman við bankar, men hetta er ikki so og tað er søgan um týska felagið bert ein staðfesting av.
– Vinningurin sum teir marknaðarførdu seg við átti at verið nóg mikið hjá einum og hvørjum at fingið mistanka og eg kann leggja afturat at vit í Norðoya Sparikassa leypa ikki á leistum fyri tað um onkur kemur inn á gólvið førir seg fram sum ein verðinsmann og dugur væl at tosað dansk!