Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit vænta óhapp hvørja ferð ódnarveður er

Oliver Joensen

 Tað siga fólk úr Haraldssundi og Kunoy við Norðlýsið. Í dag ringdi aftur ein borgari í Kunoyar kommunu og kærdi sína neyð um byrgingina. -“Eg verið ikki kløkkur, um handan byrgingin skjótt fer at kosta menniskjalív. Tað sær óhugnaligt út tá smáir bilar fara yvir um í ódnarveðri – nógv er eisini máað burturav grótkastinum, so tað er vágaverk at koyra har í illveðri – ein genta, sum hevði koyrt eftir byrgingini í dag, kom grátandi til hús, so skelkað var hon av hvirluni, ið hevði rakt bilin hjá henni – Ætla okkara landsins myndugleikar og okkara politikarar bara at lata standa til?”

Segði uppøstur kunoyingur fyri løtu síðani. Vit vóru ein túr við myndatólinum, men tá var veðrið ikki av tí ringasta, men tespuligt sá tað ikki út.

Harleywoodpaint