Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit vera klár klokkan 10 – sigur ein avgjørd Elsa Olsen

Oliver Joensen

 Veðrið er av tí allar besta nú vit vóru á posthúshjørninum klokkan hálvgum sjey í kvøld. Har var ein ógvuslig stákan, menn settu telt upp, laserstrálur vóru sendar upp í luftina og Elsa Olsen, saman við teimum frá kunningarstovuni hingu í við hamara í hond at leggja seinasta í verkið áðrenn stóru finaluna um Heiðursløn Nólsoyar Páls í kvøld. Ikki minst Jan Gardar og fólkini hjá Louis Poulsen runnu og stakaðust.

Við hamara í hondini fingu vit eina mynd av Elsu, sum avgjørd undirstrikaði – “Vit vera klár klokkan tíggju í kvøld”.