sigur Brandur Sandoy, sum roknar við at Páll á Reynatúgvu, á býráðsfundinum mánakvøldið leggur frá sær
Brandur Sandoy, bygdarráðslimur í Sands Kommunu, sigur at tað er ikki rætt at Innlendismálaráði gevur borgarstjóranum á Sandi viðhald í málinum um dagtilhaldið á Sandi.
– Í svarinum skrivar Innlendismálaráði soleiðis:…… ógegningur um so er, at hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga…..
– Í samband við málið um dagtilhandlið á Sandoy so viðgjørdi bygdarráði spurningin um dagtilhaldið yvirhøvur skuldi halda fram.
– Kona borgarstjórans arbeiðir á dagtilhaldinum, so um bygarráði avgjørdi at spara játtanina til dagtilahaldið burtur – so hevði kona borgarstjórans staði uttan arbeiði. Og tað sigur seg sjálvt at hetta hevði beinleiðis ávirka fíggjarligu áhugamálini hjá borgarstjóranum, og tí átti hann ikki at tikið lut í nevndarviðgerini.
Stórur spenningur um bygdarráðsfundin
Brandur Sandoy sigur at tað er stórur spenningur um bygdaráðsfundin mánakvøldið.
– Tað verður nógv tosað um fundin millum bygdafólki og á skránni stendur eisini “møguligt val av borgarstjóra”, hvat tað so merkir.
– Bygdarráðslimirnir eru fult samdir um at Páll eigur at leggja frá sær og um hann gerð sum hann hevur boðað frá áður, so hava vit eisini uppskot klárt um nýggjan borgarstjóra.
Hvønn ætlanin er at skjóta upp til nýggjan borgarstjóra, vil Brandur Sandoy einki siga um, tí sum hann sigur so verður tað ikki aktuelt fyrr enn Páll á Reynatúgvu hevur lagt frá sær.
——-
Teir sum sita í bygdarráðnum í Sands Kommunu eru:
Páll á Reynatúgvu (92 atkvøður), Eyðvarur Petersen (32 atkvøður), Brandur Sandoy (31 atkvøður), Poul D. Klementsen (29 atkvøður), Fríði Nolsøe (27 atkvøður), Rúni Winther (27 atkvøður) og Olga Fossdalsá (25 atkvøður).




