Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?
Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?
Toppskjútti: 1. Hans Pauli Samuelsen (8) 2. Arnbjørn Hansen (5)
Flest upplegg: 1. Niels Pauli Danielsen (5) 2. Hans Pauli Samuelsen (4)
Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 3
EB/Streymur hevði eitt á pappírinum sera sterkt lið undan kappingini, sum Norðlýsið tippaði at enda nummar 2. Nærum bara royndar leikarar og nógvar antin núverandi ella fyrrverandi landsliðsleikarar. Men onkursvegna hevur tað als ikki hingið saman, tí liðið hevur bara vunnið 6 av 15 dystum. Tað kundi verið verri, tí liðið liggur til Europa League fótbólt, men stutt er niðureftir.
Besti leikari í fyrru hálvu: Hans Pauli Samuelsen
Her stóð Niels Pauli Danielsen eftir 9 umfør, men nú hevur Hans Pauli tikið seg framum. Gott nokk eru flestu málini komin eftir deyðbóltsstøður, men Hans Pauli hevur verið við í 12 av teimum 26 málunum við antin seinasta ella næstseinasta fótinum.
Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Arnbjørn Hansen
Arnbjørn hevur bara skorað í trimum dystum, men hevur eisini verið nógv skaddur. 5 mál hevur hann skorað, men seinastu 12 dystirnar fer hann helst at fáa gongd á málskjótingina, tí tað tykist sum, at hann ofta er betri fyri í seinnu hálvu.
Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 4
Stigatal og málmunur: 22 stig og málmundin 26-20
Deyðbóltar: Skorað 13 mál (50%) uppá deyðbóltsstøður og latið 9 mál inn (45%)
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 2
Norðlýsið tippar nú: Nummar 6
Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:
Tað tykist at hava verið nakað av ófriði í EB/Streymi í summar, hóast eingin hevur sagt nakað alment um hetta. Leikarar eru rímdir og sum skilst hevur uppmøtingin til venjing heldur ikki verið optimal. Til seinnu hálvu má EB/Streymur standa saman. Samstundis verður spennandi at síggja lokalu leikararnar, sum nú fáa møguleikan at vísa seg á plássunum, har Pól Jóhannus Justinussen og Høgni Madsen hava spælt. Tað er ikki vist, at tað fer at ganga verri.




