Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?
Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?
Toppskjútti: 1. Páll A. Klettskarð (7) 2. Ndende Adama Gueye (5)
Flest upplegg: 1. Hjalgrím Elttør (6) 2. Ndende Adama Gueye og Heðin á Lakjuni (báðir 4)
Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 5
20 stig fyri 16 dystir er ikki nøktandi hjá KÍ. Hinvegin er stuttur vegur upp til Europa League plássini. Skaðar og leikbann hava ikki gjørt fortreytirnar betri higartil. Men at KÍ tapti greitt móti bæði Skála og B68, sum annars nærum ikki hava vunnið nakran dyst, við sera vánaligum avrikum telur nógv niður. Í steypakappingini tapti liðið greitt í 1/4 finaluni.
Besti leikari í fyrru hálvu: Ndende Adama Gueye
Ndende hevur samanlagt verið klárt besti KÍ leikarin higartil. Ofta hevur hann ikki fingið stórvegis hjálp, men hann hevur verið eyðsýndur bæði í verjuparti og álopsparti. Tó hava avrikini dalað nógv hesar báðar seinastu dystirnar.
Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Ndende Adama Gueye
Hóast minni góðar dystir móti Skála og B36, so var støðið hjá Ndende so mikið høgt áðrenn tað, at tað helst bara er spurningur um tíð, áðrenn hann kemur aftur á sama støðið. Umstøðurnar eiga eisini at fara at gera, at so verður.
Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 6
Stigatal og málmunur: 20 stig og málmunin 27-28
Deyðbóltar: Skorað uppá 13 deyðbóltsstøður(48%) og latið mál inn uppá 13 deyðbóltstøður (46%)
Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 6
Norðlýsið tippar nú: Nummar 7
Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:
KÍ má hækka sítt støðið í seinnu hálvu og fáa betri skil uppá disiplin trupulleikarnar við nógvu leikbannunum, har 8 ymiskir leikarar hava fingið leikbann. Á liðnum er stórt potentiali at fáa fleiri stig enn áðrenn summarsteðgin. M.a. við at fáa Jonas Flindt Rasmussen frískan til miðverjuna og fáa gongd á málskjótingina hjá Páll A. Klettskarð.




