Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: NSÍ

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: 1. Klæminy A. Olsen (15) 2. Árni Frederiksberg (7)

Flest upplegg: 1. Andy Ó. Olsen (7) 2. Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg og Jann Martin Mortensen (allir 5)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 6

Besti leikari í fyrru hálvu: Klæmint A. Olsen

Hóast Klæmint kundi víst betri máltev móti ovaru liðunum, so eru 15 mál og 5 upplegg sera sannførandi fyri 23 ára gamla álopsleikaran. Tað er eingin ivi um, at Klæmint er besti NSÍ leikarin higartil.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Klæmint A. Olsen

Seinastu dystirnar undan steðginum var Klæmint sera væl fyri og tá fekk hann so smátt gongd í málskjótingina móti ovaru liðunum. Tað er gott tekn undan seinastu 12 dystunum, har NSÍ uttan iva ætlar sær seinasta Europa League plássið. Klæmint hevur framúr hugburð á vøllinum og tí fer hann mest sannlíkt at avrika væl í seinnu hálvu.

Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 5

Stigatal og málmunur: 21 stig og málmunin 31-19

Deyðbóltar: Skorað uppá 9 deyðbóltsstøður (29%) og latið 3 mál(16%) inn uppá deyðbóltsstøður

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 7

Norðlýsið tippar nú: Nummar 5

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

Hjá NSÍ ræður um at fáa gongd á móti betru liðunum. Liðið hevur enn ikki vunnið móti nøkrum topp 7 liði. Men tað fer heilt víst at venda eftir summarsteðgin. NSÍ liðið hevur størri breidd til seinnu hálvu. Í fyrru hálvu spældi liðið til tíðir rættuliga góðan álopsfótbólt og tað skulu teir halda fram við, tí liðið hevur fólkið til tað. NSÍ er millum bestu boðini at fáa 4. plássið.