Fundur hevur í dag verið millum landsstýrismannin í heilsumálum og Rósu Samuelsen, tingkvinnu, um játtanina til psykiatriska øki í 2015. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin hesa fráboðan.
Fundur hevur í dag verið millum landsstýrismannin í heilsumálum og Rósu Samuelsen, tingkvinnu, um játtanina til psykiatriska øki í 2015. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin hesa fráboðan.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fram av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hevur tað als ikki verið ætlanin at fremja sparingar á psykiatriska økinum. Neyðugt var at gera tillagingar í játtanini til Psykiatriska depilin, tí 15 búfólk á búeindum á deplinum flyta í annan bústað.
Hesar tillagingar vóru mettar at geva um 10 mió. kr. Talan er sostatt um, at búeindir verða niðurlagdar. Tað frígevur orku.
Partar av hesum tillagingum skulu, sum tað eisini framgongur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, ætlandi brúkast til at uppraðfesta psykiatriina við at skipa økispsykiatri og er at seta geriatara, sum er lækni innan eldrasjúkur.
Tað er ein sannroynd at ætlanin at flyta búfólk av psykiatriska deplinum til meira tíðarhóskandi búeindir hevur tikið nógv longri tíð enn ætlað.
Harumframt eru eini fimm ella seks búfólk, sum ikki enn hava fingið í boðið annan hóskandi bústað, men eri eg kunnaður um, at tað verður arbeitt við at loysa hetta, so øll búfólkini fáa nøktandi bústað.
Karsten Hansen, landsstýrismaður




