Rúni Nolsøe er venjari hjá EB/Streymi og hann ynskir at liðið í størri mun skal stýra dystinum sunnudagin enn í mun til dystirnar fyrr í ár móti KÍ.
KÍ skal ikki mynda dystin
Fyrr í ár hava KÍ og EB/Streymur leikt tveir dystir í Klaksvík, ið báðir endaðu við 1-1 javnleiki. Serliga í seinna dystinum sat KÍ tungt á dystinum.
– Vit hava leikt tveir sera undirhaldandi dystir móti KÍ fyrr í ár. Serliga í seinna dystinum domineraði KÍ, men teir vóru á heimavølli. Hesaferð spæla vit á okkara heimaborg og ætlanin er, at vit skulu stýra dystinum í størri mun. Nógvir dystir enda við javnleikum í ár, men eg haldi ikki, at hetta skyldast afturhaldnum liðum. Tí vit síggja nógvar mál møguleikar í teimum flestu dystunum. Heldur er tað kanska, at liðini aftanfyri HB eru so jøvn, heldur Rúni.
Seinasta umfar leiktu liðini javnleik á heimavølli. EB/Streymur og Víkingur leiktu 1-1 við Margáir í stevnudysti, har Víkingur var betra liðið mest sum allan dystin. KÍ leikti í Klaksvík á heimavølli móti AB. Har fekk AB javnað í seinastu sekundunum. Spurningurin er so, um liðini vera eyka uppsett hesaferð.
– Nei eg trúgvi ikki at javnleikirnir seinast skyldast, at liðini ikki vóru uppsett. Vit spældu á heimavølli móti einum góðum liði, sum undan kappingini bleiv mett sum FM favorittur. Teir hava framvegis eitt gott lið. Hinvegin var tað kanska størri vónbrot hjá KÍ, sum leikti móti einum á pappírinum verri liði uttan at eg sigi, at AB er vánaligt lið, tí tað eru teir ikki, sigur venjarin.
Øll samrøðan við Rúna er í Norðlýsinum hesa vikuna.




