Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit vóna at geva viðhaldsfólkunum nakað aftur

Jákup Ósá

Nýggjur KÍ liðskipari er 26 ára gamli danski miðverjin Jonas F. Rasmussen. Hann sær við spenningi fram til hetta kappingarári, har hann vónar, at liðið kann geva nakað aftur til trúgvu áskoðaraviðhaldsfjøldina.

Jonas F. Rasmussen kom til Føroyar á fyrsta sinni í 2011, tá núverandi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fekk hann til landið at spæla við B36. Sama ár vann B36 FM í stórum stíli. Árið eftir spældi Jonas eisini við B36, men hann fór av landinum í 2013. Í 2014 kom hann aftur, tá KÍ sendi boð eftir honum. Trý ára sáttmáli bleiv undirskrivaður, har hann samstundis fór í læru í Intersport, sum er ítróttarhandil í Klaksvík. Burtursæð frá, at Jonas fekk ein skaða og misti 7 dystir mitt í kappingini, so hevði hann eitt gott kappingarár og var næstovast á listanum yvir ársins leikarar, sum Bláa Bylgjan velur hvørt ár…

LES MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGJADAGIN