Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit vóru felags um at leggja misálit fram á Løgmann

John William Joensen

Formaðurin í Framsókn avsannar nú páhaldi um at hann skal hava noytt andstøðuflokkarnar at leggja misálitsuppskotið fram hóast tað frá byrjan var greitt at uppskotið fekk lítla undirtøku. – Hetta var eitt ynski frá øllum flokkum sum undirskrivaðu uppskotið, sigur Poul Michelsen í teldubrævið til Norðlýsið

Formaðurin í Framsókn avsannar nú páhaldi um at hann skal hava noytt andstøðuflokkarnar at leggja misálitsuppskotið fram hóast tað frá byrjan var greitt at uppskotið fekk lítla undirtøku. – Hetta var eitt ynski frá øllum flokkum sum undirskrivaðu uppskotið, sigur Poul Michelsen í teldubrævið til Norðlýsið 

Týsdagin sendi Norðlýsið soljóðandi spurning til formennirnar í Framsókn, Javnaðarflokkinum og Framsókn:

Tað ljóðar at tað var Framsókn sum trýst andstøðuna til at leggja misálit fram. Formaðurin í Framsókn skal hava sagt at um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ikki vildu verða við so legði hann sjálvur uppskotið fram, verður sagt . Sambært hesum páhaldið var tað hetta sum noyddi andstøðuna at taka støðu, hóast Javnaðarflokkurin ikki var fult samdur??

Enn hava formennirnir í Javnaðarflokkinum og Framsókn ikki svara, men í morgun kom henda viðmerking frá Poul Michelsen:

– Tað er ikki so – hatta var eitt ynski frá øllum flokkum. Tíðspunktið var tað heilt rætta. Tað var og er rætt at fáa avklárað hvør tekur undir við handfaringini av tunnilsmálinum og hvør ikki.

– Vit sum taka frástøðu og halda at løgmaður eigur at leggja frá sær og so tey ella tit sum halda at handfaringin er ok og at løgmaður eigur at halda fram + í starvinum – ja, tey/tit mugu so eisini taka ábyrgdina.- Haldi annars at eg havi grundgivið fyri øllum hesum í míni røðu – hví løtan var tann rætta og hví júst missáliti var einasti demokratiski møguleikin vit høvdu fyri at taka frástøðu frá tí sum fyrigongur.- Tú ert væl ikki í iva um at eg ikki taki undir við handfaringini og at eg ikki haldi at løgmaður eigur at sleppa at halda fram í starvinum. Hevur tann fatanin vunni frama so er endamálið hjá mær við missálitinum rokki, skrivar formaðurin í Framsókn.