Er tygum nøgdur við tær tænastur, ið eru tøkar í kommununi?
Hvussu við virðingini fyri tí einstaka borgaranum í kommununi?
Eru allir borgara eins fyri lógini?
Hvussu við umsitingini í kommununi?
Fáa tygum greitt og skjótt svar, tá tygum biðja um eina tænastu?
Hesir spurningar eru sera viðkomandi, nú tað stundar til býráðsval.
Kommunan hevur onga snarskivu har smámál kunnu avgreiðast.
Ein snarskiva er borgarans vegleiðing til eina skjóta og betri tænastu.
At Klaksvíkar Kommuna ikki hevur eina snarskivu, hevur sera óhepnar avleiðingar fyri hin einstaka.
Fólk gerast ørkymla og ilskast. Hetta økir um ónøgdina og fólk gerast líkaglað! Tí er neyðugt við eini snarskivu sum skjótast.
Nú spyrja tygum hvat ein snarskiva er? Jú, ein snarskiva er ein skrivstova í gøtuhædd í einum býráðshúsum. Her fara tygum, tá tygum ynskja einihvørja kommunala tænastu. Snarskivan vil so greiða tygum frá, hvønn tygum skulu tosa við. Skulu tygum koma aftur seinni, so fáa tygum eina ásetta tíð til samrøðuna.
Er talan um eina umsókn til bygging av t.d bilskúri so vil snarskivan vegleiða tygum, so allar
neyðugar upplýsingar liggja við umsóknini.
Hetta styttir um bíðitíðina og økir um nøgdsemi, bæði hjá tygum sum brúkara og ikki minst hjá teimum, ið skulu viðgera tygara mál.
Ein snarskiva vil samstundis geva teim fólkavaldu rúmari tíð, at handfara tey størru málini, býnum at frama.
Ein snarskiva vil:
..borga fyri eins viðger av øllum borgarum
..økja um alment indlit
..fora fyri tilvildarligum avgerum
..økja um rættartrygdina
Men ein snarskiva skal sjálvsagt hava ein skipan, so hin einstaki brúkarin kennir seg bæði tryggan og nøgdan. Hetta mál vil Javnaðarflokkurin loysa.
Tygum kunnu tí trygt seta kross við Javnaðarflokkin! Snarskivan skal skjótt síggja dagsins ljós og tygum gerast ein glaður brúkari!
Set kross við Javnaðarflokkin og lív tygara gerst ríkari!
Jóhannes Jóhannessen
Valevni Javnaðarfloksins




