Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitin í Norðuratlantshavi

Tíðindaskriv

Nýggja býráðssamgongan fer at seta borgaran fremst og hevur sett sær fyri, at framtíðartryggja Tórshavnar kommunu. Saman skulu býurin og bygdirnar vera kraftdepil við atdráttarmegi, sum røkkur út um kommunumark og landoddar. Tórhavnar kommuna skal vera fevnandi og rúmlig soleiðis, at børn, vaksin, ung sum eldri her kunnu liva, mennast, skapa og samvirka – okkum øllum til felags gagns.

Komandi býráð hevur sett sær sum aðalmál:

at lyfta eldraøkið upp á eitt virðiligt stig, við haldførum loysnum

at loysa tørvin á grundøkjum og stimbra fjøltáttaðari bústaðarbygging

at tryggja hægri góðsku á dagstovnaøkinum og meira tíð til barnið

at gera tað spennandi hjá ungum at búgva og virka í kommununi

at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti

at byggja Skúlan á Fløtum beinanvegin

at dagføra og viðlíkahalda kommunalar bygningar

at stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu

at tryggja vinnulívi og handilslívi karmar, heldur enn sjálv at fylla teir

at mentan og list sæst aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og í allari býarendurnýgging

at stimbra hugin og frælsið at skapa og virka innan leik og list.

at røkja og útbyggja verandi undirstøðukervi, vatn, vegir og kloakkir.

at loysa avbjóðingina við parkering í býnum

at menna samferðsluna í allari kommununi í bý, bygd eins væl og til oyggjar.

at útbyggja verandi ítróttarumstøður til at kommunan kann hýsa enn fleiri altjóða ítróttarkappingum.

at uppraðfesta staðbundnu nevndirnar, soleiðis at tær taka ein virknan lut í býráðsarbeiðinum.

at tryggja staðseting og taka ein virknan lut í arbeiðinum at menna Fróðskaparsetur Føroya

at taka lut í at byggja lestraríbúðir og skapa ein lestrarbý.

Soleiðis fara vit til verka:

borgarstjórin í Tórshavnar kommunu situr ikki á løgtingi

vit sleppa siðbundnari vanahugsan og lofta framtíðar avbjóðingum við fakligari virðing og nýhugsan í øllum lutum í kommunalu fyrisitingini.

vit viðgerða allar borgarar eins

vit tryggja gjøgnumskygni og opinleika

vit reka ein skynsaman og burðardyggan fíggjarpolitikk við fyrisitingarligari grannskoðan

vit leggja lunnar undir langtíðar íløguætlanum, sum kunnu røkka tvørtur um valskeið

í Havn 13. november 2016

Vegna býráðssamgonguna

Annika Olsen

Gunvør Balle

Bergun Kass

Marin Katrina Frýdal

Turið Horn

Jákup Dam

Bogi Andreasen