Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitja Bygdasavnið Forna á Eystanstevnu

(Hannefía Joensen)

Í gjøgnum nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið um savnið, og í dag er bygdasavnið bæði umfatandi og áhugavert.

Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874, gamal handil frá fyrsta helmingi av farnu øld, gamal køkur og gamalt kamar – alt við tilhoyrandi innbúgvi.

Á framsýningini eru bæði fornlutir og myndir. Lutirnir, sum eru at síggja, eru m.a. amboð, brúkslutir og innbúgv. Nógvu gomlu myndirnar vísa t.d. dagligt yrki, hús og bátar.

Bygdasavnið Forni er avgjørt eina vitjan verd.
Vanligt er Bygdasavnið opið hvønn mánadag og mikudag frá 16.00-19.00.

Á Eystanstevnu er opið leygardagin og sunnudagin frá kl. 15.00 til 19.00.

Í samband við at leitað verður aftur eftir Norsku Løvu, hevur Forni framsýning um Norsku Løvu hangandi uppi.