Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitja politisku kaféirnar í kvøld!

Norðlýsið

Politisku flokkarnir vænta nógv fólk á vitjan í hølunum í Klaksvík í kvøld, nú valfeburin er í hæddini og spenningurin øgiligur undan løgtingsvalinum í morgin.

Flestu flokkarnir hava síni egnu hølir í miðbýnum í Klaksvík fram til valdagin, har nógv áhugavert er á skránni.

Niðanfyri er yvirlit yvir, hvar ymisku flokkarnir halda til í Klaksvík og hvørji tiltøk eru á skránni. 

Fólkaflokkurin

Stað: Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3

Fólkaflokskafé:

Hóskvøldið 27. august: Opið frá kl. 18.00

Fríggjakvøldið 28. august: Opið frá kl. 18.00

Leygarkvøldið 29. august: Opið frá kl. 18.00

Sunnukvøldið 30. august: Opið frá kl. 18.00

Mánakvøldið 31. august: Opið frá kl. 18.00

Týsdagin (valdagin) 1. septem.: Opið frá kl. 10.00

Øll eru hjartaliga vælkomin allar dagarnar!

Sambandsflokkurin

Stað: Skótahúsið á Gerðagøtu og Skálin í Bøgøtu 11

Sambandskafé:

Mikukvøldið 26. august: Opið frá kl. 20.00. Kl. 21.30 syngur Danny Baldursson

Hóskvøldið 27. august: Opið frá kl. 20.00. Kl. 22.00 syngur Lindi Gardar

Fríggjakvøldið 28. august: Opið frá kl. 20.00. Kl. 20.15 syngur Hans Andrias Jacobsen

Leygarkvøldið 29. august: Opið frá kl. 20.00

Sunnukvøldið 30. august: Stongt

Mánakvøldið (Skálanum) 31. august: Opið frá kl. 20.00. Rasmus Magnussen og Magnus Magnussen undirhalda. Okkurt gott verður at eta og drekka.

Øll eru hjartaliga vælkomin allar dagarnar!

Javnaðarflokkurin

Stað: Húsið hjá Klaksvíkar Talvfelag á Gerðagøtu 3 og Spaniastova á Klaksvíksvegi 86

Javnaðarkafé

Hóskvøldið 27. august: Opið frá kl. 20.00

Fríggjakvøldið(Spaniastova) 28. august: Opið frá kl. 21.00. Signar í Homrum syngur

Leygardagin 29. august: Opið frá kl. 13.00

Sunnukvøldið 30. august: Opið frá kl. 20.00

Mánakvøldið 31. august: Opið frá kl. 20.00

Týsdagin (valdagin) 1. septem.: Opið frá kl. 10.00

Valevnir vera at hitta hvørt kvøld.

Øll eru hjartaliga vælkomin allar dagarnar!

Nýtt Sjálvstýri

(Skráin ikki komin enn, verður dagført seinni)

Tjóðveldi

Stað: Kjallarin í Atlantis í Bøgøtu 5

Tjóðveldiskafé

Hóskvøldið 27. august: Opið frá kl. 17.30.

Fríggjadagin 28. august: Opið frá kl. 16.00. Kl. 20.00 er konsert við 200 og upplestur við Carl Jóhan Jensen.

Leygardagin 29. august: Opið frá kl. 14.00. Kl. 21.00 syngur Hans Andrias Jacobsen

Sunnukvøldið 30. august: Opið frá kl. 14.00. Kl. 19.00 leggur John Petersen fram um sínar upplivingar. Eyðun og Jessica fara at spæla.

Mánakvøldið 31. august: Opið frá kl. 14.00. Kl. 20.00 er ”Hitt títt valevni” við Óluvu og Jóhann. Rani og Steintór fara at spæla.

Týsdagin (valdagin) 1. septem.: Opið frá kl. 10.00. Kl. 10.00 er morgunmatur. Opið til valstøðini lata aftur.

Hvørt kvøld vitja valevnini Óluva og Jóhann, har øll hava møguleika at fáa eitt prát við tey.

Øll eru hjartaliga vælkomin allar dagarnar!