Klaksvíkar Froskmannafelag, ið varð endurstovnað í vikuni sum fór, gjørdi sína fyrstu felags kaving í dag, túrurin gekk niður á Reynsmúla, ið liggur á Borðoyarvík, góðar 100 metrar úr lendingini á Norðoyri á havsins botni.
Lýst varð til til túrin í vikuni, og Dávid Christiansen, formaður í Klaksvíkar Froskmannafelag segði seg vera sera fegnan um, at so nógvir sum 14 kavarar møttu til tiltakið í dag.
Tað krevur ikki so lítla orku av monnum, at svimja teir góðar 100 metrarnar út til boyuna, sum er føst í Reynsmúla og so kava teir 10-15 metrarnar niður til skipið. Reynsmúli liggur á umleið 20 metrar dýpi á eini helling, ið førir longur niður. Onkrir av kavarunum í dag vóru tó niðri á umleið 30 metrum. Tá kavingin var liðug, skuldu teir eisini svimja teir 100 metrarnar aftur til lendingina á Oyri.
Kavararnir lótu sera væl at túrinum, og greiddu frá at nógv livandi var at síggja, bæði fiskur krabbar og skeljadjór.
Eg hevði eina avtalu við felagið um at fáa nakrar myndir frá túrinum “umborð” á Reynsmúla. Tá tær koma einaferð leggið eg tær út her á Norðlýsinum.
Nevndin í Norðoya Froskmannafelag:
David Christiansen, formaður
Hans Jacob Østerø, nevndarlimur
Jón Ryan Petersen, nevndarlimur
Signa Østerø, kassameistari
Steinmund Klakstein, skrivari
Myndirnar úr mínum fototóli eru her:















































































