Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitjan hjá nýggjasta borgaranum

Tíðindaskriv

Síðani 1 mei í fjør hava allir nýføðingar í Hvannasunds kommunu fingið vælkomstgávu og havt vitjan av umboðum frá kommununi.

Herfyri vóru borgarstjórin og skrivarin í Hvannasunds kommunu á gátt hjá Remi og Sólvá Sørensen og 11 daga gomlu dóttir teirra.

Barnatalið í kommununi hevur seinastu árini verið støðugt lækkandi. Ongantíð fyrr hava so fá børn gingið í skúlanum á Fossánesi sum nú.

Onkrir árgangir eru heilt smáir, niður í tvey børn, men nú tykist vend vera komin í, tí  seinasta árið eru 10 børn fødd í kommununi.

Vit ynskja enn einaferð lítlu familjuni hjartaliga til lukku og alt tað besta.