Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafone í jólahýri

DV: Tíðindaskriv

Í morgun var jólahýrur á skrivstovuni hjá Vodafone, tá úti við 18.000 jólakalendarar vórðu sendir út til øll húski í Føroyum.

Í morgun var jólahýrur á skrivstovuni hjá Vodafone, tá úti við 18.000 jólakalendarar vórðu sendir út til øll húski í Føroyum.

Hetta er ein sonevndur skava-og-vinn kalendari, har tú kanst skava teg til høvuðsvinningin, ið er ein iPhone 6.

Men hvør kalendari er eisini ein lutaseðil. Hvønn dag frá 1. – 24. desember verður eitt vinnaratal kunngjørt á Vodafone.fo. Tá ræður um at kanna, um hetta er sama tal, ið er prenta aftanfyri í niðara høgra horni á tínum kalendara.

Hópin av góðum vinningum eru, eitt nú ein Samsung Galaxy S5, ókeypis breiðband í eitt hálvt ár ella ein RED M pakki v/ Evropa ískoyti til tína fartelefon í eitt hálvt ár, umframt nógv annað.

Herfyri skipaði Vodafone fyri teknikapping um at myndprýða kalendaran. Tá var tað Shana Mae David úr Sørvági, ið vann við síni jólaligu tekning, ið nú fer at prýða køliskáp og uppslagstalvur kring allar Føroyar.