Týðandi broytingar og íløgur, ið skulu tryggja framtíðar vøkstur og avkast, síggjast aftur í roknskapinum hjá Vodafone fyri 2008.
Yvirskotið er 2,2 mió.kr. fyri skatt, og sølan er nakað betri enn árið frammanundan
Úrslitið fyri 2008 gjørdist nakað lakari enn árið frammanundan, men ársúrslitið hjá Vodafone er kortini nøktandi.
– Vit skulu minnast til, at felagið við íløgunum í 3G-tøkni hevur at kalla kollvelt fartelefoni í Føroyum. Eisini er gamla Kall vorðið nýggja Vodafone. Hetta er alt nakað, ið skal tryggja framtíðar vøkstur og avkast, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone.
Roknskaparúrslitið fyri 2008 er eitt yvirskot á 2,2 mió. kr. fyri skatt móti 3,5 mió. kr. í 2007. Sølan gjørdist 102 mió. kr, ið er 4 mió. kr. betri enn árið frammanundan.
Vøksturin er ikki eins stórur og undanfarin ár. Nýtslan av fartelefonum og breiðbandi stendur framhaldandi í vøkstri, men inntøkur á fastnetinum minka, eins og sølan av fartelefonum er minni.
Vil gerast leiðandi í Føroyum
Vodafone hevur í løtuni millum 25 og 30 prosent av føroyska marknaðinum í sínum parti, hóast kappingarstøðan á marknaðinum í Føroyum framvegis ikki er frí og javnbjóðis.
Fyritøkan vil gerast marknaðarleiðandi í Føroyum, og tí hevur Vodafone í 2008 gjørt munandi íløgur í at seta upp eitt nýtt 3G-kervi, ið fremur munandi skjótari flutning av upplýsingum á fartelefonum. Eisini er stórur dentur lagdur á at útbyggja verandi GSM-kervið.
Felagið hevur eisini gingið á odda at framt munandi príslækkingar á at brúka fartelefon uttanlands, og ferðina á breiðbandinum hevur felagið fýrfaldað í 2008.
Torført at vaksa á økjum ið kappingarneyti kontrollerar
Nøktandi vøkstur er trupul at skapa á virkisøkjum, har felagið ikki hevur egið kervið. Tað sæst aftur á marknaðarpartinum á fastnetinum og breiðbandinum.
– Fyri at seta aktørarnar á marknaðinum líka, mugu net og tænastur í almenna telefelagnum sundurskiljast. Felagið metir, at landsstýrið hevur gjørt ov lítið við hetta mál. Sundurskiljing vil stimbra tøknligu menningina, tryggja gjøgnumskygni í kappingarstøðuna og harvið koma kundunum til góðar, sigur Bjarni A. Bjarnason..
Tilmælið hjá Vodafone er, at Landsstýrið sum skjótast ognar sær FTNET sum beinleiðis partaeigari og harvið ger eitt sjálvstøðugt netfelag fyri allar aktørar á marknaðinum. Í Føroyum er bert eitt fastnet, ið kappingarneytin kontrollerar. Tað skaðar kappingina og gjøgnumskygnið almikið.
Útlit fyri 2009
Trupult er at spáa um 2009, tí rembingar eru í samfelagnum. Vodafone væntar tó – við hesum fyrivarni – at úrslitið fyri 2009 verður á leið á sama støði sum í 2008.




