Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafone nøktandi ársúrslit

Tíðindaskriv

2014 var merkt av stórum prísfalli á telesamskifti, og hetta sæst aftur í roknskapinum hjá Vodafone, ið hevur lægri umsetning. Men hóast hetta hevur Vodafone megnað eitt nøktandi ársúrslit.

2014 var merkt av stórum prísfalli á telesamskifti, og hetta sæst aftur í roknskapinum hjá Vodafone, ið hevur lægri umsetning. Men hóast hetta hevur Vodafone megnað eitt nøktandi ársúrslit.

Vodafone almannakunnger nú roknskapin fyri 2014 við einum avlopi á 10,7 mió. eftir skatt, samanborið við 6,8 mió. í 2013.

– Vit eru væl nøgd við úrslitið, ið er serliga okkara starvsfólki fyri at takka, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone. Hetta merkir, at vit kunnu gera fleiri íløgur, sum koma kundum okkara til góðar.”

Árið 2014 var merkt at harðari kapping og harvið lægri prísum á fjarðskiftismarknaðinum. Hetta førdi við sær, at umsetningurin hjá Vodafone var nakað lægri enn árið fyri.

Serliga innan fartelefoni hendu nógvar broytingar, við at Vodafone fór undir at bjóða fría talu og SMS fyri fastan mánaðarprís. Harumframt lækkaðu prísirnir fyri data og uttanlandssamskifti. Stórar íløgur vóru gjørdar í 3G netið í 2014, og hetta arbeiði heldur áfram í 2015. Umframt hetta fer Vodafone at bjóða 4G, sum gevur munandi skjótari internet-samband á fartelefonini. Leiðslan í Vodafone hevur merkt framgongd í fíggjarstøðuni í samfelagnum í 2014 og væntar, at úrslitið í 2015 verður á sama støði sum í 2014.