Leygardagin 17. august kl. 10 opnar Vodafone ein nýggjan handil og skrivstovu á Saltangará. Hetta er ein liður í, at Vodafone ynskir at koma tættari at kundunum í Eysturoynni.
Fólk kunnu síggja fram til ein spennandi og nýmótans handil, ið altíð er klárur at veita góða tænastu og nýggjastu vørurnar á fjarskiftismarknaðinum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.
Við nýggja handlinum verður sniðið og stílurin hin sami sum í Vodafone handlunum í SMS og í Klaksvík, so tann vitjandi fær sama upplivilsi í øllum Vodafone handlunum.
Leygardagurin verður sjálvsagt merktur av góðum upplatingar- og køtilboðum, livandi tónleiki og undirhaldi, umframt at okkurt gott verður til góman, bæði til vaksin og børn.
Skráin fyri leygardagin 17. august
Kl. 10.00: Handilin opnar
Kl. 13.00: Angela og Hannibal undirhalda
Kl. 14.30: Signar í Homrum syngur
Handilin í Saltangará hevur annars vanliga opið
Mána- til hósdag: kl. 10.00 – 17.30
Fríggjadag: kl. 10.00 – 18.00
Leygardag: kl. 10.00 – 14.00




