Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafonevann útbjóðingina

John William Joensen

Miðfyrisitingin fer komandi tvey árini at tosa í fartelefon frá Vodafone, ið vann almenna útboðið.

Miðfyrisitingin fer komandi tvey árini at tosa í fartelefon frá Vodafone, ið vann almenna útboðið.

Í trá við nýggja útbjóðingarpolitikkin hjá Landsstýrinum varð fartelefon nýtslan hjá stjórnarráðunum og løgmansskrivstovuni boðin út umvegis nýggja keypsportalin.

Tá freistin var úti at bjóða, høvdu Vodafone og Føroya Tele givið tilboð um at umsita fartelefonnýstluna. Útboðið fevndi um talu innanog uttanlands, SMS og internet nýtslu, og átti Vodafone betra tilboðið.

Fyrst í vikuni skrivaðu Atli Suni Leo, ráðgevi á Fíggjarmálaráðnum og Suni Justinussen Sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone undir sáttmála, ið er galdandi komandi tvey árini.

Umframt prís, var atlit eisini tikið til landafrøðiligan dekning og tænastustøðið, tá telefonin verður nýtt uttanlands.

Suni Justinussen Sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone, fegnast um avtaluna:

-Hetta hevur sera stóran týdning fyri okkum, og vísir, at Vodafone er kappingarført í prísi og veitingum. Tað er fyrst og fremst einum góðum starvsfólkahópi at takka, sigur Suni Justinussen.