Í morginárini er vøggusangur kl. 10:00 fyri pinkubørn 0-1 ár
Nýggjur bólkur er upprættaður til Vøggusangin í ár “Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024” har boðast kann frá luttøku.
Øll pinkubørn 0-1 ár eru hjartaliga vælkomin.
Aftaná Vøggusangin er hugni og drekkamunnur í kirkjukjallaranum.


