Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vøkstur – Partur 2: Neyv fíggjarstýring

John William Joensen

Neyv fíggjarstýring merkir, at ein skal hava fingurin á pulsinum. Óiva eru vit øll samd í, at núverandi samgonga als ikki hevur megnað hetta.

Jógvan Skorheim skrivar:

Tá ið hendan samgongan varð sett á stovn, bleiv kunngjørt í Norðlýsinum tann 6. januar 2005, at nú skuldi raksturin tálmast. Raksturin skuldi helst tálmast, tí at teir høvdu sæð, at raksturin fyri 2004 var komin uppá 75,3 mió. Sjálvur metti eg tað vera sera skilagott at skrúva niður fyri rakstrinum, men nú kunnu vit einans staðfesta, at soleiðis bleiv ikki. Hyggja vit at 2008, so síggja vit, at býráðssamgongan er komin uppá 97 mió. í rakstrarútreiðslum. Í staðin fyri lovaðu minkingina, hava vit fingið eina veldiga øking upp á heili 21,7 mió.

Tað er altíð stuttligt at brúka pening, og við peningi kann ein fáa nógv av skafti. Men fyritreytirnar fyri at sleppa at nýta pening er, at ein fyrst eigur hann. Hendan sera einkla frymil hevur samgongan ikki klárað at hildi seg til. Tí verður tað av stórum týdningi, at komandi samgonga hevur dirvið til at siga stopp, áðrenn vit nakrantíð aftur koma út í slíkar gjaldføristrupulleikar aftur. Vanliga verður sagt, at Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, og soleiðis er tað eisini við einari slíkari kreppu, sum kommunan er í í løtuni. Hetta er ikki nýliga íkomið, og tí skilji eg sætt at siga ikki, hví tiltøk ikki eru sett í verk fyri langari tíð síðani.

Fyri at fáa skil uppá raksturin, eigur kommunan ikki at seta skattin upp. Heldur eigur kommunan at útflyta nakrar av tænastunum hjá sær, soleiðis at privatar fyritøkur gera ar-beiðið fyri kommununa. Verður soleiðis atborðið, kemur kommunan at hava ein nógv minni kommunubygna, og verður tað lættari at stýra útreiðslunum. Tað verður lættari at tillaga útreiðslurnar, tá ið góðar ella ringar tíðir standa fyri framman. Samstundis fáa vit betri kappingarførar fyritøkur í býnum, sum síðani eisini kunnu bjóða seg fram til arbeiði aðrastaðir. Hetta fer heilt víst eisini at viðføra at Klaksvíkin veksur, tí tær privatur fyritøkurnar kunnu gerast størri og meiri avbjóðandi at arbeiða í.

Soleiðis, sum tíðindini eru borðin í fjølmiðlunum, sær fram¬tíðin sera svørt út. Tað er tó eingin grund til at síggja dapurt upp á tað, ið koma skal. Vit kunnu samanbera Klaksvíkina við fuglin Føniks, sum er eitt vørumerkið fyri altíð at reisa seg uppaftur ella ódeyðiligleika. Vit hava fyrr verið í knípu, men hevur tað einans gjørt okkum sterkari og betri før fyri at standa saman.
Komandi býráðslimir eiga at taka uppgávuna í størsta álvara og raðfesta langt fram í tíðina, soleiðis at ein trong fíggjarstøða ikki kemur í aftur.