Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VØKSTUR

John William Joensen

Hetta verður mítt fyrsta lesarabræv í røðini av 4. Øll koma at bera yvirskriftina VØKSTUR, og er hetta ikki av tilvild.

Skal Klaksvíkar kommuna, gerast ein sterk avbjóðing til miðsavnanina, ið høvustaðurin ber við sær, má alt gerast fyri at skapa vøkstur í kommununi.

Vit hava ein so ótrúliga vakran bý við nógvum fólkum við einastandani evnum, sum øll kunna vera við til at trekkja fleiri fólk til. Summarfestivalurin, Sjómannadagurin, og Truckerfestivalurin hava tey seinastu árini sett ein serligan stóran dám á býin, og 1000 tals fólk hevur streymað til og lagt pengar eftir seg. Vit skulu framhaldandi stuðla uppundir hesar dagar, men vit eiga samstundis at bjóða bý okkara fram, sum ein áhugaverdan bý at búðsetast í.

Eg eri fullvísur í, at um vit fylgja hesum 4 punktum, ið standa niðanfyri, fara vit at fáa ein vøkstur bæði fíggjarliga og menniskjaliga.

Vøksturin skal standa á 4 súlum, og eru tær hesar:

1. Barnafamiljur bestu kor
2. Neyv fíggjarstýring
3. Bestu umstøður til fyritøkur
4. Grundstykkir til øll

Skal tað vera “reinur og fríður, vaksandi býur”, set so X við Jógvan Skorheim á lista D

VØKSTUR – partur 1
Barnafamiljur bestu kor = fleiri inntøkur og fleiri fólk

Barnafamiljur eru tey, ið skulu halda okkara bý vaksandi. Um fleiri børn verða fødd árliga, fáa vit ein nátúrligan vøkstur, ið er sera lættur hjá kommununi at stýra. Øll vita vit, at framgongdin í samfelagnum hevur verið sera stór tey seinastu fýra árini. Hús hava verið keypt og seld, og mong sita vit kanska við tí fatan, at Klaksvíkar kommuna er vaksin hesi árini, men soleiðis er ikki. 2004 var árið har fólkatalið í kommununi náddi tindinum. Tá búðu 5.050 fólk í kommunini. Hetta ári var valár, og síðani hevur kommunusamgongan ikki klára at hækka íbúgvaratalið, tó at fortreytirnar hava verið av teimum allar bestu.

Skal Klaksvíkar kommuna vaksa, er alt umráðandi, at vit skapa trygg og góð viðurskftir til familjur við børnum. Eg fari at virka fyri, at familjur við fleiri børnum fara at fáa avsláttur á stovni, soleiðis at byrðan ikki verður so tung, og tey hákna undir. Fyrsta barnið skal altíð gjalda fullan prís, meðan næsta og triðja koma at gjalda avikavist 75% og 50% av vanliga kostnaðinum.

Við at fáa kostnaðin lægri hjá familjunum, stuðla vit uppundir, at fólk fáa fleiri børn, og soleiðis kann kommunan vaksa á ein nátúrligan og sunnan hátt. Eisini fáa familjurnar fleiri pengar um hendi, og er hetta við til at framala trivnaðin í býnum. Pengarnar fær kommunan heilt víst aftur, við tað at pengarnir koma at vera nýttir til aðrar tænastur í býnum, sum síðani koma at klára seg betri í kappingin við tænastur í øðrum bygdum og býum í Føroyum.

Skal tað vera “reinur og fríður, vaksandi býur”, set so X við Jógvan Skorheim á lista D.